|
Norðurlendsk stigaskipan - Nordic
Score Í ár 2000 var í Norðurlondum
eksperimenterað við einari serligari norðurlendskari stigaskipan,
men henda var kortini skjótt slept aftur.
Spælt var
í hálvleikum, og tað liðið sum fyrst vann tveir hálvleikir, vann
dystin. Um liðini vunnu hvør sín hálvleik, so var dysturin avgjørdur
við einum javnbrótara, sum gekk upp í 15.
Í hvørjum
hálvleiki galt um at vinna tvey sett. Hvørt settið gekk upp í 21.
Tann sum so fyrst vann tvey sett, hevði tá vunnið ein
hálvleik. Men um liðini vunnu hvør sítt sett, so var hálvleikurin
avgjørdur við einum javnbrótara, sum einans gekk upp í 7!
Innviklað?
Tja... kanska tað ikki var so løgið, at henda skipanin ikki vann
frama. |