3 OL gull til USA,

1 til Brasil

 

-------------------------------

Flogbóltur, kvinnur

-------------------------------

Finalan

Kvinnurnar úr Brasil vunnu leygardagin OL gull tá tær í finaluni vunnu 3-1 á USA. Settini endaðu 25-15, 18-25, 25-13 og 25-21.

 

Brasil hevði í innleiðandi umfarinum sannførandi vunnið bólk B uttan at tapa eitt einasta sett. Í fjórðingsfinaluni vann Brasil lættliga 3-0 á Japan, áðrenn tær eisini vunnu 3-0 á Kina í hálvfinaluni.

 

USA gjørdist nr. 2 í bólki A í innleiðandi umfarinum. Tær taptu einans fyri Cuba (0-3), men taptu tó ikki minni enn 9 sett samanlagt í teimun 5 dystunum í bólkaspælinum. Bæði móti Kina og Póllandi vann USA teprar 3-2 sigrar.

 

Men hetta gav kanska teimum amerikonsku gott í beinið, tí eisini fjorðingsfinalan móti Italia gjørdist ein 5-settari, sum USA at enda vann.

 

Í hálvfinaluni møttu tær aftur Cuba, sum jú hevði vunnið 3-0 á teimum í innleiðandi umfarinum. Men hesaferð gjørdist úrslitið júst tað øvugta; USA vann 3-0 og spældi seg í finaluna, har mótsøðuliðið varð Brasil.

 

Brasil hevði aldri áður verið í Olympisku finaluni, men hevði vunnið bronsu í bæði 1996 og 2000. USA hevði einaferð roynt seg í finaluni áður; á heimavølli í Los Angeles 1984, har tær máttu lúta fyri Kina. Ein av Kinversku gullvinnarunum ta ferðina, "Jenny" Ping Lang, er nú venjari hjá USA.

 

Áðrenn finaluna leygardagin hevði Brasil ikki tapt eitt tað einasta sett í allari kappingini, men tey hagtølini broyttust, tá USA vann annað sett 25-18 og javnaði til 1-1 í settum, eftir at Brasil hevði vunnið tað fyrsta 25-15.

 

Sostatt er tað enn bert Japan, sum hevur megnað at farið allan vegin gjøgnum eina OL kapping uttan at tapa eitt sett. Tað gjørdi Japan í Montreal, Canada 1976.

 

Men gullið hjá Brasil var tó aldrin í vanda leygardagin, og Brasil vann triðja og fjórða sett 25-13 og 25-21 uttan hóvasták.

 

 

Bronsudysturin

Vertirnir Kina, sum vunnu gullið í Athen 2004, vunnu í bronsudystinum 3-1 á Cuba, sum vann 3 OL-gull á rað í 1992, 1996 og 2000. Settúrslitini vóru 25-16, 21-25, 25-13 og 25-20.




-------------------------------

Flogbóltur, menn

-------------------------------

 

 

Finalan

Hjá monnunum vóru tað somu lond sum møttust í finalunu sunnudagin sum hjá kvinnunum leygardagin, nevniliga Brasil og USA. Men hesaferð gjørdist úrslitið tað øvugta, tí USA vann mans-finaluna 3-1.

 

Í innleiðandi umfarinum hevði USA vunnið allar sínar dystir í Bólki A, men í fjorðingsfinaluni var um reppið at Serbia knógvaði teimum, men USA vann javnbrótaran 15-12 og spældi seg í hálvfinaluna, har teir møttu Russlandi.  

 

Eisini í hálvfinaluni stóð á, men aftur her vann USA javnbrótaran, hesaferð 15-13, og spældi seg í finaluna á fyrsta sinni síðani 1988, tá teir vunnu gull fyri aðru ferð á rað.  

 

Eisini Brasil gjørdist nr. 1 í sínum bólki, bólki a, men teir taptu kortini dystin fyri Russlandi 1-3.

 

Men í fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni hevði Brasil kortini ongar trupuleikar at vinna fyrst á Kina (3-0) og síðani Italia (3-1).

 

Í finaluni vóru tað eisini verandi OL-meistararnir, Brasil, sum tóku fyrsta stikkið og vunnu fyrsta settið 25-20.

 

Men við góðum servum og smashum vendu amerikanararnir dystinum í ørðum setti og vunnu tað 25-22. 

 

Í triðja setti fekk USA eisini verjuna at rigga, og so var settið teirra; 25-21.

 

Í fjórða setti fylgdust liðini til 20-20, men so slapp USA tvey frammum og vann settið 25-23 og harvið OL-gull.

  

 

Bronsudysturin

Russland, sum tríggjar ferðir áður hevur vunnið OL gull, vann bronsudystin móti Italia 3-0 við settúrslitunum 25-22, 25-19 og 25-23. Russland vann eisini bronsuna fyri 4 árum síðani í Athen. 




-------------------------------

FIVB nýggjan forseta

-------------------------------

 

Á samkomu í Beijing í gjár legði FIVB-forsetin Dr. Ruben Acosta Hernandez (úr Mexico) frá sær, eftir at hava sitið í sessinum síðani 1984, tá hann tók við eftir forsetan síðan stovnanina í 1947, fransmannin Paul Libaud. 14 lond vóru tá umboðað á stovnandi fundinum.

 

Hesi 24 árini, Acosta hevur sitið í forsetasessinum, hevur flogbólturin verið fyri stórari menning kring heimin, og fær Acosta heiðurin fyri at flogbólturin hevur drigið alt fleiri áksoðarar til sín, og at sjónvarp og lýsarar hava fingið áhuga fyri flogbólti.

 

Altjóða flogbóltssamgongan FIVB er í dag við sínum 220 limalondum (harímillum Føroyar) størsta ítróttasamgongan í heiminum.

 

Nýggjur forseti í FIVB verður kinverjin Jizhong Wei, sum frammanundan var varaforseti í FIVB. Hann hevur áður eisini verið aðalskrivari í kinversku Olympisku nevndini. Wei fer at sita í forsetasessinum til valið í 2012.

 

Á samkomuni í gjár varð fráfarandi forsetin Acosta valdur til heiðursforseta fyri lívið.





-------------------------------

Beach Volleyball, kvinnur

-------------------------------



Finalan:

Misty May-Treanor og Kerri Walsh úr USA vunnu hósdagin gull í beach volleyball kappingni hjá kvinnum. Harvið vardu tær heitið, tær vunnu á OL í Athen 2004. Hetta hevur eingin gjørt áður í heldur stuttu søgunu, sum beach volley hevur í OL-høpi. Beach volley var fyrstu ferð á skránni í OL í Atlanta í 1996.

 

May-Treanor og Walsh, ofta róptar “Queens of the Beach”, vóru seedaðar sum nr. 2, og møttu í finaluni teimum topp-seedaðu kinversku kvinnunum Jia Tian and Jie Wang.

 

Í oysandi regni frammanfyri 12.200 áskoðarum á fullsetta leikvøllinum vann amerikanska parið dystin 21-18 og 21-18.

 

Hetta var 69. FIVB-sigurin hjá teimum á rað. Tær seinastu at vinna á amerikanska parinum vóru júst Tian og Wang, kinverska parið. Hetta hendi seinasta ár í eini Grand Slam kapping í Noregi. Men hesaferð vóru tað amerikonsku veteranarnir sum vunnu og tryggjaðu sær gullmerkini. eins og tær gjørdu fyri 4 árum siðani í Athen.

 

Kastaði øsku

Í 2004 vakti tað ans, tá gullvinnarin Misty May-Treanor kastaði øsku av mammu síni, sum varð deyð av krabbameini í 2002, á sandin í Athen. Hetta gjørdi May-Treanor aftur í Beijing hesaferð, tá finaluplássið var tryggjað við einum sigri á Brasil.

 

Í 2004 segði May-Treanor: "Familjan hjá øllum hinum er her. So hví kann eg ikki hava mína familju við?"

 

 

Bronsudysturin

Bronsumedaljurnar fóru sama veg sum silvurið, til Kina. Her vunnu Zhang Xi og Xue Chen 21-19 og 21-17 á Talita Antunes og Renata Ribeiro úr Brasil.

 

Hetta var fyrstu ferð at Kina yvirhøvur hevur vunnið eina medalju í beach volley.

 

Hinvegin er tað eisini fyrstu ferð at Brasil ikki vinnur medalju í beach volley hjá kvinnum. Í 1996 vann Brasil gull og silvur, í 2000 silvur og bronsu, og í 2004 silvur. 



-------------------------------

Beach Volleyball, menn

-------------------------------

 

Finalan 

USA fór eisini avstað við gullinum hjá monnum. Tað vóru teir báðir Phil Dalhausser og Todd Rogers sum fríggjadagin vunnu 2-1 í einum sera spennandi finaludysti móti Marcio Araujo og Fabio úr Brasil.

 

USA vann við tógvið slit fyrsta settið 23-21. Brasil vann síðani annað sett 21-17. Men í javnbrótaranum var eingin ivi, og USA vann 15-4.

Men tað er heldur ikki lætt at sleppa framvið Dalhausser, sum viðhvørt verður eyknevndur “tað Klæna Beistið”, tá hann blokkar, tí maðurin er 206 cm høgur!

 

 

Bronsudysturin

Bronsudysturin stóð millum Emanuel Rego og Ricardo Santos úr Brasil og Renato "Geor" Gomes og Jorge "Gia" Terceiro úr Georgia, sum vunnu OL-gullið í Athen 2004. Men hesaferð noyddust Georgiararnir tómhentir heimaftur, tí brasilska parið vann dystin 21-15 og 21-10.



---------------------------------
Beach Volleyball søgan
---------------------------------

 

Beach Volleyball – skulu vit siga strandarflogbóltur? Vit halda okkum til Beach Volley í dag... – var fyrstu ferð við á Olympisku leikunum í Atlanta í 1996.

 

Spælið (beach volleyball) hevur annars sín uppruna í 1920-num á strondunum í Santa Monica í Kalifornia í USA. Tann fyrsta almenna kappingin við 2-manna liðum var kortini ikki hildin fyrr enn í 1947.

 

Skjótt komu vinningar uppí Beach Volley og í dag eru heilt nógvir pengar at vinna hjá bestu leikarunum.

 

Í fyrstu almennu kappingini í 1947 var kortini eingin vinningur hjá sigrandi liðnum, men longu árið eftir vóru vinningar komnir uppí leikin. Tá fekk vinnandi liðið ein kassa av Pepsi!

 

Í 1972 var á fyrsta sinni spælt um reiðan pening. 1500 dollarar stóðu uppá spæl. 250 áskoðarar vóru komnir at hyggja at.

 

Í 1987 varð farið undir altjóða Beach Volley-kappingar sum FIVB skipaði fyri. Fyrsta "The World Championship", sum kappingin æt tá, var hildin í Rio de Janeiro í Brasil. Seinni skifti kappingin navn til "The World Series". Síðani 1996 hevur altjóða kappingin brúkt heitið "The World Tour". Í 2008 umfatar SWATCH FIVB Beach Volleyball Tour, sum kappingin eitur við fullum sponsorheiti, 39 kappingar sum verða skipaðar kring allan heimin. Til samans eru 8,3 milliónir dollarar at vinna.

 

Á Olympisku leikunum í Barcelona í 1992 var Beach Volleyball við sum framsýningar-ítrótt, og árið eftir avgjørdi altjóða Olympiska nevndin, IOC, at á leikunum í Atlanta í 1996 skuldi Beach Volley vera olympisk ítróttagrein.

 

Og áhugin vísti seg at verða sera stórur fyri hesi nýggju OL-greinini, tí útselt var til allar dystinar.

 

Hesin áhugin var ikki minni á Bondi-strondini í Australia á OL-leikunum í 2000. 180.000 ákorðarar vóru til dystirnar, og milliónir fylgdu við í sjónvarpi.

 

Og hesin áhugi bara vaks á leikunum í Athen í 2004. Og aftur hesaferð, í Beijing, hevur beach volley verið ein brakandi success.

Í 2009 verður HM kappingin í Beach Volley hildin í Stavanger í Noregi.

 

-----------------------------------
Beach Volleyball í Føroyum
-----------------------------------

 

Tey sum hava hugt eftir beach volley í sjónvarpinum, hesar dagarnar OL hevur verið, hava sæð, at fleiri ferðir hevur verið spælt í oysandi regni; ikki minst í kvinnufinaluni, men tað var kortini eingin trupulleiki, og dystirnir verða ikki steðgaðir av teirri orsøk.

 

So folkens, her er eingin undanførsla hjá okkum í Føroyum. Latið tykkum í svimjiklæðini og gangið so til strandar oman...

 

 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]