U-19 dreingir og gentur
í NEVZA Cup 13. - 15. oktober
========================



Hósdagur 15. oktober:

Gentur:
  Føroyar - Noreg 1-3 (24-26, 12-25, 25-20, 11-25)
Vunnu sett frá Noregi


Aftur í dag vunnu føroysku flogbóltsgenturnar sett. Hesaferð var tað frá Noregi. Í fyrsta settinum var Noregi frammanfyri so at siga alt settið, men móti
endanum eydnaðist Føroyum at fáa settbólt við støðuna 24-23. Men mótið sveik, og Noreg vann 26-24.

Annað settið var ein føroysk oyðimarkargongd, har einki virkaði. Uttan iva eftirvirkningar frá 1. settið, sum vit mistu á gólvið.

Men í 3. setti vendi alt fullkomuliga, og alt riggaði hjá føroyska liðnum; móttøkur, hevingar, álop og blokkar. Føroya vunnu 25-20.

Men so steðgaði upp aftur. Fullkomuliga upp! Eitt tap upp á 25-11.


Mynd: Karina P. Debes blokkar norska miðleikaran.

Liðið var ikki nøkt við 2. og 4. settið í dag, tí hesi eiga at kunna verða leikt betur.

Samanlagt endaðu føroysku kvinnunar á 4. plássi í kappingini.

Vinnarar vóru Svøríki, nr. 2. Noreg, nr. 3. Danmark, nr. 4 Føroyar og nr. 5 Ísland.

-------------------------------------------------------------------------

Dreingir: Ísland - Føroyar 3-2 (25-19, 15-25, 17-25, 25-11, 15-12)

Føroyska U -19 liðið megnaði ikki at vinna á Íslandi í dag í Nevza kappingini, sum fer fram í Ikast í Danmark.

Í dystinum um 5. plássi, taptu teir ímóti Íslandi.

Ísland vann fysta settið, og so vann føroyska liðið tey bæði næstu, men so støðgaði upp, og Ísland vann 4. og 5. settið og harvið dystin 3-2.

Úrslitið í kappingini gjørdist at Noreg gjørdist vinnari, Danmark nr. 2, Svøríki nr. 3, Ongland nr. 4, Ísland nr. 5 og Føroyar nr. 6.

Mynd: Føroyska liðið stríðist við eina móttøku.


-------------------------------------------------------------------------

Gentur:  Føroyar - Ísland 3-0 (25-16, 25-19, 25 - 21)
Vunnu 3-0 á Íslandi

Føroyska U-19 liðið hjá gentum vann í morgun 3-0 á Íslandi. Sigurin var rættuliga greiður, og settini endaðu 25-16, 25-19 og 25 - 21.

Føroyar skulu aftur í eldin kl. 13,00 føroyska tið, tá mótstøðuliðið er Noreg.

Dysturin verður møguliga avgerandi fyri hvør vinnur 2., 3. ella 4. plássið í kappingini.

Tær, ið leiktu á føroyska liðnum í morgun, vóru:

Hevari: Elin Weihe
Miðjur: Elisabeth Purkhús, Heidi Christiansen og Sóley Poulsen
Kantar: Simonika Hammer, Anja Danielsen og Vivian Joensen
Diagonalar: Birgit Guttesen og Sofía Purkhús.


========================


Mikudagur 14. oktober:

Gentur:
Svøríki - Føroyar 3-1  (25-27, 25-15, 25-16, 25-16)
Vunnu eisini sett móti Svøríki

Føroyska genturnar hildu áfram í dag har tær sleptu í gjár. Tær vunnu fyrsta settið móti Svøríki 27-25, eftir at hava verið aftanfyri 22-20 og 24-21.

Og hetta var við sera góðum spæli, har m.a. Birgit Guttesen vísti vegin fram við klassaálopum av diagonalinum. Hon var eisini besti leikari á føroyska
liðnum í dag.

Men longu í øðrum settið byrjaði føroyska liðið at fáa trupulleikar við móttøkunum, og hetta gjørdi sítt til, at tað gjørdist tungt at vinna
inn á mótstøðuliðið aftur.

Føroyar kom afturút við 10 stigum, men so eina løtu vunnu vit inn aftur á sviar, men við "tungum" álopum og skørpum servum vinnur Svøríki 25-15.

Og eftir hetta koma føroyska liðið ongantíð fyri seg aftur - tó so - at einstakir bóltar vóru góðir, men svenska liðið var sera væl samanspælt, og úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur, har bæði 3. og 4. sett endaðu 25-16.


Mynd: Birgit, Eina og Vivian kempa um ein bólt.

Men hóast alt ein framgond hjá føroyska liðnum, tí hetta er fyrstu ferð at føroysk lið hevur vunnið sett frá Svøríki.

Hósdagin hevur føroyska liðið tveir dystir. Kl. 09,00 er mótstøðuliðið Ísland og kl. 14,00 skulu tær longu í eldin aftur, tá mótstøðuliðið er Noreg.

------------------------------------------------------------------

Dreingir: Føroyar - Noreg 1-3 (17-25, 23-25, 25-23 og 18-25)

Vunnu sett móti Noregi
Føroysku U-19 dreingirnir leiktu ein góðan dyst í morgun ímóti Noregi.

Eftir eina heldur trilvandi byrjan í fyrsta setti, gjørdist annað settið sera spennandi, og úrslitið kundi farið báðar vegir, men Noreg vann 25-23, hóast
Føroya eitt skifti høvdu verið á odda við 5 stigum miðskeiðis í settinum.

Í triðja settinum, fylgdust liðini eisini sera væl alt settið, men hesaferð vóru tað føroysku dreingirnir sum vunnu 25-23.

Settið var vunnið við góðum kantspælið og góðum hevingum frá Sonna Zachariassen, sum leikti ein frálíkan dyst.

Í fjórða settinum legði Noreg seg á odda alt settið - tó so at Føroya onkuntíð komu upp á javnleik, men móti endanum gjørdist yvirmaktin ov stór, og Noreg vann settið 25-18 og harvið dystin 3-1.

"Føroysku dreingirnir leiktu ein sera góðan dyst í dag, og eg haldi at hetta er eitt tað besta, eg havi sæð eitt føroysk U-19 landslið hjá dreingjum spælt. Allir leiktu væl, kempaðu fyri hvørjum bólti, og eg skal tí ikki nevna nakran einstakan", segði føroyski venjarin Hans Fróði Jensen og helt fram:

"Men eg kann til stuttleika nevna, at báðir kantarnir hjá okkum bert vóru 16 ára gamlir, so vit hava okkurt gott í væntu, eins og fleiri av leikarunum hava aldur til at vera við í kappingini komandi ár eisini."
 
Liðið skal í morgin væntandi leika ímóti Onglandi um 5.-plássið.

Teir, ið fingu mest spælitíð á føroyska liðnum í dag, vóru:

Hevari: Sonni Zachairassen, kantar: Rói Hentze, Bjarni Larsen, diagonalur Jan Ó. Ellingaard, miðleikarar Philip Gram og Martin Mikklesen.




========================


Týsdagur 13 oktober:

Dreingir:
Svøríki - Føroyar 3-0 (25-17, 25-13, 25-19)


Mynd: Ein føroyskur blokkur roynir seg ímóti svium.

Føroyska U-19 landsliðið hjá dreingjum tapti sín fyrsta dyst í kappingini í Ikast týsdagin. Føroyska liðið leikti sítt besta sett í triðja settið,
tá teir eitt skifti høvdu verið aftanfyri 8-2, men bardu seg so upp á javnleik 12-12.

Men svenska yvirmaktin var ov stór, og dysturin endaði
við einun 3-0 tapi.

Næsti dystur er ímóti Noreg mikudagin kl. 09,00.

------------------------------------------------------------------

Gentur: Danmark - Føroyar 3-1 (23-25, 25-21, 25-19, 25-22)

Føroyska U 19 landsliðið hjá gentum kom gott frá byrjani í NEVZA-kappingin, sum byrjaði í Ikast týsdagin.

Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum var henda:

Hevari: Rakul D. Jacobsen, kantar Anja Danielsen, og Sofía Purkhús, diagonalur Birgit Guttesen og miðjur vóru Sóley Poulsen og Karina P. Debes.

Fyrsti dysturin var ímóti Danmark, og byrjaði føroyska liðið við sera áleypandi spæli. Servurnar vóru góðar og liðið bardist fyri hvørjum bólti. Hetta ávirkaði spælið nógv hjá dønum, soleiðis at tær ongantíð fingu nakað veruligt spæl fram.

Vinna fyrsta sett á verandi meistaranum, Danmark
Føroyska liðið var frammanfyri alt settið, sum endaði við einum sigri til Føroya upp á 25-23. Í hesum settinum kom Elisabeth Purhús inn at serva fyri Karinu P. Debes, og kom Elisabeth sera væl frá hesi uppgávu, og var við til at vinna fleiri stig við sínum sera skørpu servum. Eisini Vivian Joensen kom inn í verjuspælið/móttøkuna fyri Sofiu Purhús, og eisini hon loysti sín uppgávu til fullnar.


Karina P. Debes leggur "lok" á eitt álop hjá dønum.


Førdu 20-18, men taptu annað sett
Í øðrum setti byrjaði føroyska liðið við somu uppstilling, sum í fyrsta settinum, men eftir frálíka 1. settið, so fekk liðið trupulleikar við móttøkunum og kom afturút 7-3. Men so so kláraðu Føroya at koma upp á 12-12 eftir at Elisabeth Purkhús var komin inn at serva, eins og hon gjørdi í fyrsta settinum - hon servaði 4 stig heim. Liðini fylgdust so eina tíð, og Føroya vóru á odda eitt skifti 20-18, tá  innskifti stórservarin hjá dønum, Line Banke, fór at serva. Hon servaði heilt fram til støðuna 23-20, og hevði føroyska liðið stórar trupulleikar í móttøkunum hetta tíðarskeiðið.

Og ikki hjálpti tað til, tá 2. dómarin, (sum var dani) dømdi ein heldur ivasaman bólt til danska liðið við støðuna 20-18. Tá kundi støðan í
staðin verið 21-18 í staðin fyri 20-19 - og tað er eitt sindur á muni á...

Men einki var at gera, og Føroyar taptu 25-21. Í hesum settinum kom eisini Vivian Joensen inn fyri Sofíu Purkhús í verjupartinum.

5 servur frá Birgit, men síðani 5 frá Michelle Hemmingsen, DK
3. settið byrjaði eisini javnt, og føroyska liðið byrjaði eins og í undanfarnum settunum. Men mentalt byrjaði at síggjast veikleikar hjá Føroyum, við tað at liðið ikki megnaði at standa ímóti stóra servitrýstinum frá dønum - tær servaðu nú styttri servur, og hetta vísti seg at geva føroyska liðnum trupulleikar. Føroya komu afturút eitt skifti 12-6. Men so fór liðskiparin hjá Føroyum - Birgit Guttesen - í gongd við at serva, og servaði nakrar framúr góðar servur, og knappliga var samband aftur við danir - vit komu upp á 15-17 - hon servaði 5 servur á rað!

Men so steðgaði aftur upp, og Danmark vann 25-19, eftir at Michelle Hemmingssen eisini servaði 5 bóltar á rað.

Í hesum settinum komu Elisabeth Purkhús og Simonika
Hammer inn at serva.

Bardu seg innaftur í 4 sett... men endaði við næstan og nær við
4. settið gekk javnt á upp til umleið 14 stig, men altíð við Føroyum við einum stigi aftanfyri. Tá ger danska liðið eitt lop fram um, men aftur komu Føroya afturí aftur og komu upp á 20-21, eftir at Anja Danielsen við 5 servum í heimsklassa, vísti dønum at enn høvdu vit ikki givið upp. Men so fall korthúsið, og vit taptu settið 25-23.

Og stór frøði á dønum.

Verður hugt eftir statistikkinum yvir dystin, so sæst at tað var ein leikari hjá dønum, sum bjargaði teimum. Tað var stórleikarin Juliane Guldager, sum vanliga leikar á sama liðið sum Sólva Dimon í Brøndby.

Hon vann heili 31 stig, meðan næsti leikarin hjá teimum fekk 13 stig. Ein sera góður og avgerandi leikari, sum í hædd er 1,90 m.

Næsti dystur hjá Føroyum er ímóti Svøríki kl. 14. mikudagin danska tíð.






[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]