|
Mannagongd fyri
døming í Eikliguni Hetta kappingarárið hava vit tíverri í nøkrum førum upplivað, at dómarar ikki hava møtt til dystir. Hetta má og skal ikki koma fyri.Fyri at sleppast kann undan, at dómarar ikki møta til dystir, hevur FBF tikið avgerð um, at grein 13 í kappingarreglunum nú veruliga verður sett í verk. Greinin er soljóðandi: Heimafelagið skal seta seg í samband við dómaran í seinasta lagi ein dag áðrenn dystin. · Telefonnummuruni hjá dómarunum finna tit til vinstru á forsíðuni her á heimasíðuni undir “Dómarabólkurin”. · Um eingin dómari er ásettur, skal ringjast til umboðsfólkið hjá felagnum, sum stendur at døma dystin. Telefonnummurini hjá hesum standa eisini á heimasíðuni hjá FBF undir “Umboðsfólk”. Av tí at hendan vikan er um at halla, er avgjørt, at mannagongdin verður sett í verk frá viku 4, sum byrjar 23. januar 2012. Vinaliga Tummas Óli Mortensen ------------------------------------------------------------------------------ Mannagongd í sambandi við døming í Eik liguni • Um broytingar eru í dystum, kunnar kappingarstjórin dómararnar um broytingarnar. • Um broytingin ger, at tað hjá dómara ikki ber til at døma dystin, roynir kappingarstjórin fyrst at finna ein avloysara í dómarabólkinum. • Um tað ikki ber til at finna avloysara í dómarabólkinum, fær felagið, sum skal døma dystin, boð frá kappingarstjóranum um, at tey mugu sjálvi skaffa dómara ella dómarar. [ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |