|
Niðurstøður frá fundi
um kappingar fyri yngri deildir Í gjár, 21/1-2012, var ein lítil fundur í Klaksvík, meðan Mjølnirkapping fyri yngri deildir varð hildin. Tað hevur verið óvissa í feløgunum um, hvussu kappingarnar fyri yngri deildir skulu skipast. Tosað var um hetta. Við á fundinum vóru umboð fyri Mjølnir, ÍF, KÍF, Drátt, SÍ, B71 og Fleyr. Tær stóru kappingarnar fyri yngri deildir, sum hava verið hetta kappingarárið, tað er Fleyr kappingin og Mjølnirkappingin, hava ikki verið skipaðar sambært tí, sum var viðtikið á aðalfundinum. Tað, sum varð viðtikið á aðalfundinum, er sett upp í talvuni niðanfyri.
Á fundinum kom fram, at bólkurin G/D 14 umfatar 7 og 8 flokk, og U 16 umfatar 9 og 10 flokk. Hetta verður broytt á heimasíðuni hjá FBF. Drátturkappingin var fyrst bjóðað út sambært aðalfundinum, men seinni broytt, soleiðis at bólkurin 12 ár verður skiltur sundur í gentur og dreingir, eftir level 4 reglum. Level 5 varð tikið burtur. Tað kom fram á fundinum, at sera fá lið eru, sum spæla við Level 5 reglum. Somuleiðis var nevnt, at onkur feløg halda tað vera óheppið, at gentur og dreingir spæla í sama bólki á level 4, meðan onkur feløg bert fáa mannað lið í hesum aldursbólki við blandaðum liðum. Niðurstøðurnar á fundinum vóru: Drátturkappingin verður spæld soleiðis, sum kappingin seinast varð bjóða út. Tað er, at bólkrin 12 ár verður spældur við gentum og dreingjum hvør sær. Level 5 er ikki við í kappingini. Tey, sum hava lið, ið spæla á level 5, kunnu melda til Drátturkappingina á level 4. Tað er loyvt at spæla við 3 spælarum á level 4. Tey feløg, sum hava blanda lið í bólkinum 12 ár, avgerða sjálvi til Drátturkappingina, um liðið hóskar best at spæla við í bólkinum fyri gentur ella dreingir. Eru meira enn tveir dreingir á liðinum, spæla tey í dreingjabólkinum. FM fyri yngri deildir verður spælt sambært tí, sum varð viðtikið á aðalfundinum. Tað er ringt at gera eina niðurstøðu um kappingarbygnaðin, áðrenn bygnaðurin yvirhøður er royndur. Semja var um at hava ein fund aftur í sambandi við FM-kappingingina 5. mars 2012. Nærri boð verða send út um hendan fundin seinni. Vegna Kids-bólkin hjá FBF Christina Nolsøe
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ] |