|
Føroyar hóttu Danmark
Føroyar Danmark 0-3 (26-28, 18-25,
12-25)
Eisini í seinna dystinum,
sum varð spældur á Giljanesi, gav føroyska landsliðið tí danska dygga
mótstøðu.
Tað var um reppið at Føroyar vunnu fyrsta settið,
men danir yvirlivdu tríggjar settbóltar og vunnu at enda settið
28-26.
Í øðrum setti gingu tær føroysku aftur teimum donsku
ein skarpan gang og løgdu seg á odda 7-1 og 8-2. Men so kom kinkur í
hjá Føroyum, og brátt hevði Danmark javnað til støðuna 12-12 og
fór síðani framum og vann settið 25-18.
Í triðja
settinum var lítið veiggj eftir í føroyska liðunum, og Danmark vann
25-12 uttan
hóvasták.
--------------------------------------
Lesið dystarfrásøgnina
á heimasíðuni hjá danska flogbóltssambandinum her
|