|
[ Spælireglur fyri flogbólt ] (á donskum) ------------------------------------------------------------------ Lógir og reglur Lógir ] [ Kappingarreglur ] [ Steypakappingar ]
Lógir Samtyktar á aðalfundi 7. juni 1997
grein 1 grein 2 b) FBF hevur til endamáls at umboða flogbólt á alheims stigi og í alheims og millumlanda flogbóltssamgongum, so sum FIVB, CEV, Norðurlandasamstarvi o.s.fr. grein 3 b) Umsókn um limaskap í FBF verður at senda til FBF d) FBF avger, um felag kann gerast limur í FBF ð) Útmeldan av felag verður at senda til FBF grein 4 b) Aðalfundurin skal verða fráboðaður skrivliga til feløgini, starvsnevnd, dómsnevnd og grannskoðara FBF’s og verða lýstur í bløðunum ein mánað undan aðalfundinum. d) Aðalfundarskrá: 1. Val av orðstýrara 2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári 3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi 4. Innkomin mál 5. Val av nevndum, tiltakslimum og grannskoðara 6. Ymiskt grein 5 b) Møta á aðalfundi kann starvsnevndin, dómsnevndin, grannskoðari ÍSF’s og aðrar nevndir skipaðar undir FBF d) Feløg, sum lúka tær treytir, ið nevndar eru í grein 5, kunnu senda í mesta lagi trý umboð at møta á aðalfundi. grein 6 b) Dómsnevndin og grannskoðarin í ÍSF hava taluræt og rætt at seta fram uppskot á aðalfundinum, tó í samsvar við tær treytir, sum eru nevndar í grein 7 grein 7 b) Uppskot til lógarbroytingar, uppskot til
nevndarlimir, sum feløgini og starvsnevndin ætla at skjóta upp á
aðalfundinum sambært grein 8.1 og uppskotið hjá feløgunum til evni til
álitisstarv sambært grein 8.4 og 8.5, skulu verða starvsnevndini í hendi í
seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin b) Uppskot um lóg og lógarbroytingar skulu vera starvsnevndinin í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri aðalfundin. Uppskotini verða so send feløgunum í seinasta lagi átta dagar fyri aðalfundin. d) Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. ð) Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerandi e) Eykaaðalfundur kann vera hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Hann skal vera lýstur við dagsskrá og í samsvari við aðalfundarreglugerðirnar. grein 8 b) Í starvsnevndini sita formaður, næstformaður og ein nevndarlimur. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin verður valdur líkaár og hinir nevndarlimirnir ólíkaár. Valdir verða tveir tiltakslimir. d) Starvsnevndin hevur í dagliga virkinum hægsta valdið í FBF og hevur m.a. øll fíggjalig viðurskifti um hendi. Til keyp og sølu av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt. ð) Starvsnevndin kann seta kassameistara e) Starsnevndin hevur heimild at seta
undirnevndir at taka sær av ávísum starvsøki, um neyðugt við limum uttan
fyri FBF og ÍSF. Hvørt limafelag skal yvir fyri starvsnevndini útnevna ein
av sínum limum, sum skal kunna átaka sær eitthvørt álitisstarv innan
FBF. Reglugerð um virksemi hjá undirnevndum skal gerast av starvsnevndini. f) Undirnevndirnar, sum verða útnevndar av starvsnevndini, skipa seg við einum starvsnevndarlimi sum formanni. g) Undirnevndirnar hava fulla ábyrgd av sínum egna starvsøki h) Undirnevndirnar taka avgerð í trætumálum innanfyri sítt egna øki. Starvsnevndin avger, hvør undirnevnd skal loysa eina trætu, um ósemja er um hetta. Starvsnevndin kann taka málið til viðgerðar eftir áheitan ella av sínum eintingum, sum undirnevndir ikki kunnu loysa. Starvsnevndin hevur heimild at broyta avgerðir, ið tiknar eru av undirnevnd. Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni j) Aðalfundurin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum k) Starvsnevndin skal einaferð um árið senda ÍSF frágreiðing um virki sambandsins. l) FBF skal kunna onnur sersambond(deildir undir ÍSF og ÍSF um altjóða stevnur, sum skulu vera í Føroyum. m) FBF er uttanveltað í politiskum, sosialum og trúarspurningum. grein 10 grein 11 grein 12 b) Møguligar ognir falla til flogbóltin í landinum ella verða á annan hátt nýttar ítróttinum at gagni.
Lógir ] [ Kappingarreglur ] [ Steypakappingar ]
Kappingarreglur grein 1 b) Kappingarreglur fyri yngru deildir. grein 2 b) Fyri hvørt lið gjalda feløgini FBF luttøkugjald, sum verður ásett av starvsnevndini. d) Luttøkugjaldið skal verða FBF í hendi 14 dagar, áðrenn kappingin byrjar. e) Felag sleppur ikki at luttaka í kappingum FBFs, fyrr enn luttøkupeningurin er goldin. grein 3 grein 4 a) Vaksnamannadeildin 1. deild kvinnur og 1. deild menn við hvør 8 liðum. 2. deild kvinnur og 2. deild menn við óavmarkaðum tali av liðum. 2) Í meistaradeildini kann sama felag bara hava eitt lið.
b) Yngri
deildir Gentur/dreingir 16, sum ikki skulu vera fylt 17 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentir/dreingir í 10. flokki luttaka. Gentur/dreingir 14, sum ikki skulu vera fylt 15 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentir/dreingir í 8. flokki luttaka. Gentur/dreingir 12, sum ikki skulu vera fylt 13 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentir/dreingir í 6. flokki luttaka. Gentur/dreingir 10, sum ikki skulu vera fylt 11 ár 1. januar í kappingarárinum. Tó kunnu allar/allir gentur/dreingir í 4. flokki luttaka.
d) Meistaraheitini verða nevnd soleiðis: Vinnari í Meistaradeildini Føroyameistari Vinnari í 1. deild Vinnari í 1. deild Vinnari í 2. deild Vinnari í 2. deild Vinnari í Unglingadeildini Føroyameistari Vinnari í gentur/dreingir 16 Føroyameistari Vinnari í gentur/dreingir 14 Føroyameistari Vinnari í gentur/dreingir 12 Føroyameistari Vinnari í gentur/dreingir 10 Føroyameistari grein 5 b) Heimaliðið tekur við øllum útreiðslum og inntøkum viðvíkjandi umfarsdystum. d) Dómarafelagið skal gjalda útreiðslurnar hjá dómaranum. e) Um 2. deild er býtt í bólkar, fer í minsta lagi nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki víðari til eitt finaluumfar eftir fyriskipan FBF's. grein 6 Niðurflyting: Niðurflyting: Leikarar, ið ikki
hava leikt inni á besta liðnum, kunnu til eina og hvørja tíð flyta til
lægri deild. Bert leikarar, sum ikki eru fyltir 22 áðrenn 1. januar í
kappingarárinum, kunnu flyta til lægri deild hóast teir hava leikt inni.
Hægra liðið verður altíð rokna at leika fyrst. Tað, at leikari ikki hevur
leikt dyst á hægri liðið, skal greitt framganga undir viðmerkingum til
dómaraseðilin hjá hægra liðnum. b) Eitt leikumfar gongur frá og við mánadegi og til og við sunnudag. d) Eitt lið kan leika fleiri dystir sama leikumfar. e) Luttekur felag við meira enn einum liði í somu deild, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr. f) Bert kappingarstjóri FBFs kann geva loyvi til at flyta ein dyst. g) Fluttir dystir verða roknaðir sum leiktir tann upprunaliga ásetta dagin, eisini í sambandi við upp- og niðurflyting av spælarum. h) Niðurflyting frá hægri til lægri lið er ikki loyvd leikara tann seinasta triðingin av kappingini. grein 7 grein 8 b) Luttakandi lið hava í mesta lagi loyvi at hava tveir útlendingar á liðnum. Á føroyskum landsliðum kunnu bert føroyingar luttaka. Sum føroyingur verður eisini roknaður útlendingur, ið hevur verið fast búsitandi í Føroyum í minsta lagi 2 ár, og hevur sítt virki her og føroyskan ríkisborgararætt. d) Felag kann nokta leikara at flyta til annað felag, um so er, at felagið metir, at peningalig ella onnur felagslig áhugamál binda viðkomandi leikara. grein 9 b) Leikari, ið skiftir felag mitt í kapingarárinum, skal boða kappingarnevndini frá flytingini 30 dagar áðrenn fyrsta landskappingardyst, hann ætlar at leika fyri nýggja felagið. d) Leikarar, ið spæla í kapping uttanlands, hava loyvi at leika fyri føroyskt felag eftir leikbann í ein mánað eftir seinasta landskappingar/steypadyst uttanlands. grein 10 b) Áðrenn leikbyrjan skulu liðleiðari og útskiftingarleiðari undirskriva dómaraseðilin. d) Eftir leikbyrjan er ikki loyvt at seta leikara á dómaraseðilin. e) Eru klagur, skulu tær verða tilskilaðar á dómaraseðlinum. grein 11 b) Møtir lið ikki til dyst, fær tað null stig. d) Somuleiðis verður givið null stig til tey lið, sum sínamillum avtala at útseta dyst, uttan at hava fingið loyvi til tess frá kappingarstjóranum. Fyri meistaradeildirnar er galdandi: Fyrstu ferð hetta kemur fyri, fær liðið bót og 0 stig, aðru ferð fer liðið úr kapping. Bótin er 2 ferðir luttøkugjaldið. e) Tá ið dystur verður fluttur í samráð við kappingarstjóran, skal nýggjur dystur verða ásettur í mesta lagi eina viku frá ásetta leikdegnum. Starvsnevndin í FBF kann gera undantøk frá hesi reglu. f) Tað liðið, sum við lokna kapping hevur flest stig, er vinnari av deildini. g) Um javnt er í stigum, er hægstljóðandi settmunur avgerandi. Stendur eisini her á jøvnum, eru innanhýsis dystir bæði í innleiðandi umfarinum og í deildini avgerandi – íroknað bóltmun. Stendur enn á jøvnum, verður umdystur leiktur. Kappingarstjóri FBFs ástur tíð og stað fyri hendan dyst. h) Nr. 6 í meistaradeildini leikar ímóti nr. 1 í 1. deild. Leikt verður best av trimum dystum. Liðini hava hvør sín heimadyst. Er neyðugt við avgerandi 3. dysti, verður hann leiktur á øðrum leikvølli. Nr. 8 í 1. deild flytir í 2. deild komandi kappingarár. Nr. 7 í 1. deild skal leika ein dyst ímóti nr. 2 í 2. deild. Vinnandi liðið flytir upp í 1. deild næsta kappingarár. Nr. 1 í 2. deild flytir upp í 1. deild næsta kappingarár. Nr. 2 í 2. deild skal leika ein dyst ímóti nr. 7 í 1. deild. Vinnandi liðið flytir upp í 1. deild næsta kappingarár. FBF ásetir leikdagarnar fyri dystirnar. (viðm.: Kappingarárið 1999/2000 flytir eingin úr 1. deild til 2. deild, men nr. 1 og 2 í 2. deild flyta beinleiðis upp í 1. deild, so henda deild kemur upp á 8 lið.) i) Um so er, at nr. 1 og/ella nr. 2 ikki hava rætt at flyta upp, skal skipast fyri kvalifikatiónsdystum millum fylgjandi lið og niðurflytarar (bert niður til nr. 4). grein 12 b) Er føðingardagur og -ár ikki uppgivið, hevur leikari ikki loyvi at luttaka. d) Sama er galdandi fyri allar kappingar í yngru deildunum. grein 13 grein 14 b) Sekt við ikki leiktum dystum! 1. og 2. deild: Møtir lið ikki til dyst, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin. Meistaradeild: Møtir lið ikki til dyst, avgerð starvsnevndin, um liðið skal vera koyrt úr kappingini, ella onnur sekt skal verða givin. Avgerðin hjá starvsnevndini kann verða kærd til dómsnevndina áðrenn 2 dagar. Við kæruni skulu fylgja kr. 2.000, sum verða afturgoldnar, vinnur kæran sømdir. Dómsnevndin hevur endaliga avgerð. Um lið í 1. ella 2. deild ikki møtir til útidyst í fyrru helvt av kappingini, missir tað sín heimadyst móti sama liði í seinnu helvt av kappingini. Møtir lið ikki til dyst í seinnu helvt, verða báðir dystir roknaðir sum taptir og sum ikki møtt til báðar dystir. d) Noktar lið uttan gilduga orsøk at luttaka, verður tað koyrt úr kappingini. Sama hendir um lið rýmir av vølli. e) Lið sum verða koyrd úr kappingini, verða sektað við bót, ið svarar til 2 ferðir luttøkugjaldið fyri liðið. Er sekt ikki goldin innan næsta kappingarár, sleppur felag ikki at luttaka í kapping innan FBF, fyrr enn hon er goldin. Um lið ikki møtir til dyst til ásettu tíð, verður felagið sektað við bót, svarandi til luttøkugjaldið og tapir dystin 3-0. grein 15 b) Heimaliðið hevur ábyrgdina av, at vøllurin er lógliga merktur, at netið er í lagi og kann setast í røttu hædd. d) Dómarin skal vissa sær, at vallarviðurskiftini eru í lagi, áðrenn leikur byrjar. e) Leikvøllurin skal vera góðkendur av FBF. grein 16 b) Hvør leikbúni skal hava nummar á rygginum, minst 15 cm til hæddar. Hvør leikbúni skal hava nummar á bringuni, minst 10 cm til hæddar. d) Um búnin hevur lýsing, skal hon lúka tær treytir, FBF hevur ásett. grein 17 grein 18 b) Kappingarstjórinin kann nokta slíkum leikara at luttaka í kapping ásetta tíð. d) Nýtir dómari rætt sín at slíta dystin, skal hann beint aftaná dystin skrivliga greiða kappingarstjóra FBFs frá, hví hann so gjørdi. grein 19 grein 20 b) Allar avgerðir dómsnevndarinnar eru endaligar. d) Dómsnevndin kann ikki reka felag ella einstakling úr FBF, slík mál kunnu bert verða løgd fyri aðalfundin ella eykaaðalfundin hjá FBF. grein 21 b) Tó kann kappingarstjóri FBFs eftir áheitan felagsins góðtaka tær orsøkir, ið felagið førir fram, at tað ikki heldur fram við kappingini. Ein slík áheitan má vera nevndini í hendi í minsta lagi 5 dagar, áðrenn dystur felagsins skal fremjast. grein 22 b) FBF kann krevja slíkar reglur broyttar, um hildið verður neyðugt. d) Brýtur felag hesa grein, sleppur tað ikki at luttaka í almennari kapping millum feløg innan FBF, fyrr enn tað lýkur ásettu treytir. grein 23 b) Umsóknir um at hava steypakappingar skal vera FBF í hendi seinast ein mánað áðrenn landskappingin byrjar. Treytin fyri at fáa eina vaksnamannakapping er, at sama felag skipar fyri einari steypakapping fyri yngri deildir sama kappingarárið. d) Brot á hesa grein verður sektað sum í grein 22. grein 24
Føroyameistarakappingin fer fram
soleiðis: Vøllurin Bóltur Serv Gentur og dreingir 14: Loyvt verður at serva yvirhondsserv frá baklinjuni og undirhondsserv 3 metur inni á vøllinum. Gentur og dreingir 16 og unglingar serva sum í vanligum flogbólti. Servmóttøka Net Dreingir 10, sjá miniflogbólt Gentur 12, sjá miniflogbólt Dreingir 12, sjá miniflogbólt Gentur 14 2,14 m Dreingir 14 2,24 m Gentur 16 2,20 m Dreingir 16 2,35 m Kvinnuunglingar 2,24 m Mansunglingar 2,43 m
Aldursbólkar - sí grein 4 b í kappingarreglunum.
Miniflogbóltur - barnabólkurin
1. Endamálsgrein fyri barnaflogbólt 2. Aldursbólkar Vit mæla til, at kappingarnar fyri G/D10 verða skipaðar fyri seg og ikki saman við kappingum fyri yngri deildir. Hesar kappingar kunnu tískil eisini onnur feløg enn vanligt hevur verið, skipa fyri. 3. Vøllur og net Nethædd: G/D12: 2,10m og G/D10: 1,95m. Servuøki: Aftan fyri 3. m linjuna (badmintonvøllurin) 4. Bóltar Vaksnamannabóltur skal ikki nýtast. 5. Leikarar D/G10: 3 ella 4 leikarar á vøllinum, einki krav um eina ella fleiri útskiftarar. 6. Blandað lið G/D10: Kunnu vera blandað lið. 7. Spælireglur Servmóttøka: Frítt. Rotatión eftir 3. serv og flótandi útskifting. Tó skiftir servurætturin til hitt í G/D10 eftir at sami spælari hevur servað 3 bóltar, tó einki stig. Føring og dubultslag: Dupultslag skal ikki dømast. Grovar føringar dømast. Yvirtraðk og "net": Yvirtraðk á miðlinju og "net" skal dømast. "Sparka flogbólt": Bólturin skal ikki sparkast. Stig: Best av tveimum settum upp í 25, tó 2 bóltar á muni. 3. sett upp í 15, tó 2 bóltar á muni. 8. Ítróttaandin 9. Dómarar Reglurnar skulu heingjast upp við allar vøllir. 10. Barnaleiðarabólkurin Tryggja at øll duga reglurnar og annars semjast um, hvussu farast skal fram (neyðugar broytingar? Og annað) Vit mæla til, at G/D10 spæla eitt annað vikuskifti enn hini liðini. Lógir ] [ Kappingarreglur ] [ Steypakappingar ]
Steypafinala Leikreglur o.a. §1. Nr. 1 eftir fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum vinnur
sær sæti í steypafinaluni. Nr. 1 eftir annað umfar í landskappingini hjá
monnum vinnur sær sæti í steypafinaluni. Hesi lið spæla ikki við í seinnu
steypakappingini, sum feløgini skipa fyri. §2. Skipað verður fyri tveimum steypakappingum í samstarvi við FBF.
Hvørt felag kann hava 1 lið við í steypakappingini. Fyri at spæla við í
seinnu steypakappingini, skal liðið eisini hava spælt fyrru
steypakappingina. §3. Liðini í fyrru steypakappingini verða skipað eftir leisti, sum
FBF ásetir eftir endaligu støðuni í landskappingini árið fyri. Liðini í
seinnu steypakappingini verða skipað eftir støðuni eftir 1. umfar í
landskappingini hjá kvinnum og eftir 2. umfar hjá
monnum. §4. Í steypakapping verður innleiðandi spælt best av 3 settum, er
ikki annað tilskilað í samráð millum fyriskipararnar og FBF. FBF tekur
endaliga avgerð. Hvørt felag skal hava dómarar við til hvørt tilmeldað
lið. §5. Er neyðugt við innleiðandi bólkum, koma tvey lið víðari úr
hvørjum bólki, og spældar verða hálvfinalur og aðrir dystir um neyðugt. Er
bert 1 innleiðandi bólkur, spæla nr.1 og nr.2 finalu.
§6. Finala er seinna leikdagin. Spælt verður best av 5 settum.
Fyrireikandi felagið ásetir dómarar í samráð við
FBF. §7. Nr. 1. í fyrru steypkappingini og nr. 1 í seinnu
steypakappingini vinna sær rætt til pláss í hálvfinaluni til endaligu
finaluna. Hálvfinalan skal spælast sum skjótast eftir at seinnu
steypakappingina. FBF ásetir leikdagin og staðið. §8. Vinnur sama liðið báðar steypakappingarnar, verður eingin
hálvfinala spæld. §9. Er vinnandi liðið í fyrru steypakappingini sama lið, sum
tryggjar sær pláss í steypafinaluni umvegis landskappingina, so er tað
vinnarin í seinnu steypakappingini, sum vinnur hitt
finaluplássið. §10. Starvsnevndin ásetir nær steypafinalurnar verða
leiktar. §11. Spæla í steypakappingunum kunnu bert leikarar, sum hava loyvi
at spæla við í landskappingini. §12. Leikarar í steypafinaluni missa ikki rættin til at spæla við
lægri liði, sjálvt um 2/3 eru farnir av
landskappingini. [ Lógir ] [ Kappingarreglur ] [ Steypakappingar ] |