EM-undankapping í Luksemborg 20. - 22. Juni 2008
Menn -
bólkur B
Føroyar, Norðurírland, Luksemborg og San
Marino
------------------------------------------------------------------
20. Juni:
Føroyar - Norðurírland 2-3 (25-19,
20-25, 23-25, 25-19, 13-15)
1. sett:
Føroyar møttu til
upphitingina í góðari tíð, klokkan var 17:00, og teir føroysku
leikarnir komu inn í eina sera góða høll, har tað var høgt til loft
og vítt til veggja, og tað sum ein hugsaði var, at ein líknandi høll
skuldi verði í føroyum, ella tvær!
Upphitingin gekk væl, okkurt
riggaði væl og okkurt minni gott, men tað ger tað jú altíð.
Føroyar
byrjaðu sum eitt ordans føroyskt ódnarveður. Hans Fróði Jensen (Fleyr) og
Jón Joensen (SÍ) servaðu teir fyrstu 7 bóltarnar (3 og 4), so stóð tað 8-1
til Føroyar, tá ið Brian Poulsen (ÍF) fór at serva.
Blokkurin stóð
seg heilt gott, álopið gekk sum eitt álop skal gera, ja har riggaði alt
hjá føroyingum, og løtu seinni stóð tað 12-3 og 16-8, men aftana tað gekk
tað minni gott, og munurin minkaði frá 9 bóltum til støðuna 21-14, men
Føroyar koyrdu tað heim og vunnu 25-19.
2.
sett:
Norðurírland legði seg skjótt á odda 0-6 og 2-8, og
so var tað eitt sindur tungt at fylgja við teimun. Føroyingarnir stríddu
seg nakrar bóltar nærri, 10-16, men tað var ikki tað sama yvir spælarnar
sum í fyrsta setti.
Leggjast skal afturat, at á tí føroyaska
liðnum vóru 7 nýggjir leikarar síðani oyggjaleikir á Rhodos. Blokkurin var
har hjá okkum, men Norðurírland fann sín blokk fram, og teir vóru betri
fyri hvønn bólt sum bleiv blokkaður.
Men fyri eitt lið sum er meira
enn 50% nýggjir leikarar, spældu føroyingar gott. Føroyingar runnu aftaná
og komu ikki nærri enn 5 bóltar, 16-21, so 2. sett vann Norðurírland
20-25.
3. sett
3. sett gekk meira
javnt fyri seg. Liðini skiftu um at vera á odda. Tey fylgdust gjøgnum
alt settið, fyrst FO 8-5, men NIR kom aftur og framum 14-16, síðani gekk
tað heilt javnt á upp til 20-21 og til dystar enda, men endaði tað við at
Norðurírland tók hetta settið 23-25.
4.
sett
Í 4. setti tóku føringarnir seg saman og funnu
tað góða spælið fram aftur frá fyrsta setti, og sum teir eisini høvdu í 3.
setti. Føroyar førdu alt fjórða sett sum tað var, 8-3 til 16-13 og so
steðgaði tað eitt sindur upp hjá NIR, tí næstu 7 bóltarnar
vunnu Føroyar teir 5 og NIR hinar 2. So stóð tað 21-15 og har koyrdu
FO tað heim til støðuna 25-19 og 2-2 í settum.
5.
sett
5. settbyrjaði minni gott fyri FO. NIR legði seg á
odda 2-5. At vera aftan fyri beinavegin í tie breaker'num, har spælt
verður til 15, er ikki nøkur ynskistøða.
FO stríddu seg inn aftur
í dystin til 8-10, har frá fór NIR til støðuna 9-12. FO bardu seg so teir
síðstu bóltarnir og komu so fram til 13-14.
So var tað knald eller
fald. FO servar tað sum kann verða síðsti bóltur. NIR tekur ímóti og
leggur hann upp til hevaran, hareftir til eitt smash
og so endaði dysturin 13-15.
Oli G.
Samuelsen
Aftur til
EM-síðuna við úrslitum
Støðan (á
heimasíðuni hjá CEV)
------
2 lið
fara víðari úr bólkinum, har tey skulu kappast móti nr. 1 og 2, (ávikavist
Kýpros og Ísland) úr bólki A, sum varð spældur 6-8 juni.