|
FORMANSFRÁGREIÐING 2003/2004 |
|||
|
Inngangur Stór tøku mugu takast í framtíðini, um flogbólturin framvegis skal vera á veg framá. Kappingin við aðrar ítróttargreinir gerst alsamt størri, og tí er tað av týdnini, at øll sum vara av flogbóltinum draga EINA línu, og at henda verður drigini í felagsskapi, og sama veg. Bert á henda hátt kunnu vit vinna framá. Eitt hendingarríkt flogbóltsár er farið afturum, og enn einaferð hevur flogbólturin víst, at hetta er ein ítrótt, sum eigur at vera tikin í álvara.
Fíggjarliga støðan Rakstrarúrslitið í 2003 gjørdist eitt hall upp á tkr. 333, ímóti einum vinningi í 2002 upp á tkr. 182, og einum vinningi uppá tkr. 143 í 2001. Inntøkan sum Flogbóltssambandið hevði seinasta ár, er tann størsta í søgu sambandsins, og seinasta ár søgdu vit, at vit nærkaðust milliónini, og í ár er hon rokkin, men hóast hetta, so gjørdist úrslitið eitt hall. Flogbóltssambandið hevði roknað við einum halli, tí virksemi seinasta ár var sera stórt. Vit vóru einasta sersamband, sum hevði 6 landslið koyrandi við bæði kvinnum og monnum, umframt at fyriskipað vóru bæði dómara- og venjaraskeið. Høvuðsinntøkan er inntøkan frá Ítróttarvedding, sum fær sín pening frá Dansk Tipstjeneste. Henda inntøkan var tkr. 411, men eisini lýsingarinntøkurnar eru vaksandi og vóru í 2003 tkr. 301, ímóti tkr. 251 í 2002 og tkr. 219 í 2001, og er hetta at gleðast um. Lýsingarinntøkurnar stava m.a. frá høvuðsstuðli okkara Føroya Sparikassa, steypafinalunum, kappingarskipanini og galla-veitsluni. Aðrar inntøkur eru frá Landskasanum og peningur frá Nordisk Ministerråd upp á íalt tkr. 221 Stuðulsavatalan við høvuðsstuðul okkara Føroya Sparikassa er endurnýggjað í ár, og fara vit tí inn í 6. árið við hesum høvuðsstuðli. Vit vóna at fáa eitt eins gott samarbeiði framyvir. Samlaðu útreiðslunar í 2003 vóru tkr. 1.361 í mun til tkr. 761 í 2002, men samanumtikið meta vit, at vit hava fingið nógv burtur úr tí peningi, sum er brúktur. Pr. 31/12-2003 vísti fíggjarstøðan eina eginogn upp á tkr. 259.
Landskappingin - tey vaksnu og tey ungu Stór framstig eru farin fram innan landskappingina í meistaradeildunum, og henda kapping hevur eisini fingið størri og størri áhuga millum fjølmiðlar, men enn manglar í nøkrum førum at skapa teir røttu karmarnar um dystirnar og er hetta nakað sum arbeiðast má við framyvir – nakað sum feløgini mugu samarbeiða um – og sínamillum. Viðvíkjandi 1. og 2. deild mugu vit tó í framtíðini gera eitt størri arbeiði, soleiðis at vit kunnu menna hesar deildirnar. Seinasta ár vóru ikki eins nógvar frámeldingar sum undanfarin ár, men best hevði verið, um vit kundu økt um luttøkuna í hesum deildunum. Eisini her mugu vit finna felags loysnir, soleiðis at vit eisini kunnu menna hetta arbeiðið. Í kvinnudeildini fingu vit enn einaferð ein nýggjan FM-vinnara, so tað er hugaligt, at tað eru fleiri lið sum blanda seg í toppinum, tí seinastu 4 árini eru tað 4 ymisk feløg, sum hava vunnið FM-heitið. Hjartaliga tillukku til føroyameistararnar Mjølnir hjá kvinnum og monnum. Aftur í ár varð landskapping alt árið millum tey 16 ára gomlu. Hjá gentunum endaðu 5 lið kappingina, og hjá dreingjunum vóru 4 lið eftir í bólkinum, tá kappingarárið endaði. Hóast hetta, so er hetta eitt tiltak, sum eftir okkara hugsan skal halda áfram, soleiðis at vit kunnu fanga teir stóru aldursbólkarnar, tá hesir koma upp í henda aldurin. FM-heitið var aftur í ár fyriskipað í Havn. Beint undir 100 lið tilmeldaðu. Hetta var áleið tað sama sum seinasta ár. Aftur í ár varð avtalað við feløgini, at tey høvdu ábyrgdina av teimum einstøku vøllunum, og virkaði hetta í flestu førum nøktandi. Seinasta ár settu vit sum málsetning, at kappingin í ár skuldu vera í Havn, við teirri treyt, at allar tríggjar ítróttarhallirnar skuldu vera nýttar til hetta tiltak, soleiðis at kappingin var meira miðsavnað. Hetta eydnaðist ikki, men roynast má at endurtaka kravið til komandi kappingarár. FM-vinnararnir hjá unglingum og niðureftir fingu allir blusur frá høvuðsstuli okkara Føroya Sparikassa, umframt at høvuðsstuðul okkara hevði givið steyp til vinnararnar og heiðursmerki til nr. 1, 2 og nr. 3. Aftur í ár skal sigast, at genturnar eru betri umboðaðar enn dreinginir. Vit ynskja øllum vinnarunum hjartaliga til lukku við FM-heitunum. Men vit skulu til seinast undirstrika, at leikaradygdin hjá teimum ungu er í stórari menning, og at FBF hevur stóra virðing fyri tí arbeiði sum verður gjørt runt landið, men vit mugu tó alla tíðina hava í huganum, hvussu vit kunnu betra hetta til frama fyri allar partar. |
|||
|
Yvirlit yvir Føroyameistarar 2003/04 |
|||
|
Nr. 1 |
Nr. 2 |
Nr. 3 |
|
|
MM |
Mjølnir |
ÍF |
SÍ |
|
MK |
Mjølnir |
TB |
Dráttur |
|
1M |
Fleyr a |
ÍF a |
Mjølnir a |
|
1K |
SÍ |
Fleyr |
Dráttur |
|
2M |
Fossánes |
Nøvan |
Mjølnir |
|
2K |
Fram |
KÍF |
Nøvan |
|
MU |
SÍ |
Mjølnir |
Fleyr |
|
KU |
SÍ |
KÍF |
Fleyr |
|
D16 |
Mjølnir |
SÍ |
ÍF |
|
G16 |
SÍ |
Mjølnir |
Dráttur |
|
D14 |
ÍF a |
TB |
SÍ b |
|
G14 |
TB |
KÍF |
SÍ |
|
D12 |
Fleyr |
TB |
ÍF |
|
G12 |
TB |
Fleyr |
KÍF a |
|
D9 |
ÍF |
TB |
Mjølnir |
|
G9 |
TB a |
TB b |
TB c |
|
Steypakappingin Á fyrsta sinni var í ár 2000 roynt við eini steypafinalu. Og í ár var herjað á fyri 5. ferð. Eftir okkara tykki var tiltakið í ár ikki minni væleydnað. Nógvir áskoðarar, fleiri stuðlar vóru runt vøllin og ikki minst, so høvdu bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya aftur í ár beinleiðis frásøgn frá dystunum, eins og bløðini høvdu stórar frásagnir í vikuni eftir finalurnar. Í ár var tað altjóða dómarin Aage Christensen úr Danmark sum dømdi. Og aftur í ár var leigaður vøllur úr Danmark karmur um dystirnar. Vit ynskja steypavinnarunum til lukku, TB hjá kvinnunum og ÍF hjá monnunum – teir somu vinnararnir sum seinasta ár. Stórur áhugi er um finalurnar, og tí er tað umráðandi at feløgini gera alt fyri at røkka hesum finaluplássum, tá steypakappingarnar eru runt landið, soleiðis at hesar kappingar eisini kunnu gerast eitt stað, sum vit í framtíðini kunnu seta ljóskastaran á við somu styrki sum til finalurnar. Flogbóltsskúlin Eingin flogbóltsskúli er fyrireikaður í fleiri ár. Hugsanin við tiltakinum var, at tey ungu skuldu vera saman eitt heilt vikuskifti, har ikki bert flogbóltur var á skránni, og tí er eisini tørvur á fólki til hesa uppgávuna. Hetta eigur at vera eitt tiltak, sum eigur at vera uppafturtikið Venjara- og dómaraskeið Samstarvið við Danska Flogbóltssambandið um venjaraskeiðini hevur hildið áfram í ár. Venjaraskeiðini eru nú komin í fasta legu, og vilja vit hervið takka fyri, at tað er onkur, sum hevur átikið sær hesa uppgávu. Hetta er eitt arbeiði sum kemur at halda áfram, og skeiðini hava verið væl vitjað, hóast at ynski var um, at tað vóru øll feløgini, sum sendu umboð. Eisini er eydnast at leggja lunnar undir undir dómaraútbúgvingarnar, og takka vit eisini her fyri, at fólk hava tikið sær av hesari uppgávuni. Tíðin er nú komin - sum ofta nevnt fyrr -, at støða skal takast til, um vit ikki eiga at fáa nakrar ávísar dómarar at taka sær av dømingini í meistaradeildini, soleiðis at leikararnir á liðunum ikki ferðast runt landið at døma sínar mótstøðuleikarar. Hetta kemur at kosta feløgunum eitt sindur, men spurningurin er, um tað ikki loysir seg, sum frá líður. Og so eigur eisini størri krøv at verða sett til teir búnar, sum dómararnir í flestu førum brúka til dystirnar. A-landsliðini A-landsliðini høvdu stórar avbjóðingar hetta kappingarárið í sambandi við Oyggjaleikirnar, sum vóru á Guernsey. Nógv varð gjørt við fyrireikingarnar, og vísti hetta seg at geva úrslit. Menninir, sum á undanfarnu Oyggjaleikum høvdu eitt 4. pláss at verja, megnaðu at leika seg í finaluna við at vinna m.a. á Álandi í einum sera spennandi dysti. Og finalan gjørdist ikki minni spennandi – tann mest spennandi dysturin, sum er leiktur á Oyggjaleikunum higartil. Bæði Útvarp og Sjónvarp sendu beinleiðis frá dystinum, sum endaði við einum 3-2 ósigri ímóti Saarema, har bert 2 stig vóru á muni í 5. og avgerðandi settinum. Ein dystur sum nógv varð tosað um her heima. Eitt sera flott úrslit. Kvinnunar høvdu eitt gullheiðursmerki at verja frá Gotlandi og frá Isle of Man, og tað var við stórum spenningi at farið varð undir kappingina. Og aftur hesaferð vunnu kvinnunar gull – tað triðja á rað -, við at vinna 3-2 ímóti Saaremaa í finaluni. Við góðu úrslitunum á Oyggjaleikunum í huga, var avgjørt at melda til Evropeisku kappingina í C-bólkinum, fyri fyrstu ferð í langa tíð. Kvinnunar komu í bólk saman við Luxemburg, Kypros og Liktenstein. Liðið tapti 3-0 ímóti Kypros og annars 3-2 hinar báðar dystirnar, har úrslitið kundi farið báðar vegir. Kvinnunar endaðu sostatt á 4. plássi, og komi ikki viðari í kappingini. Annarleiðis var hjá monnunum, sum vóru í bólki saman við Skotlandi, Íslandi og Luxemburg. Føroyska manslandsliðið gjørdist nr. 1 í bólkinum, og vann allar sínar dystir, og sostatt skulu skulu teir seinast í juni 2004 leika við í endaumfarinum, sum verður í Luxemburg. Hetta varð eitt sera gott úrslit, sum flogbólturin og manslandsliðið fingu nógv rós fyri. Tíanverri vóru tíðindastovnarnir ikki umboðaðir á túrinum, og tí fekk sigurin ikki so nógva umtalu, sum hann hevði uppiborið. Vit ynskja monnunum góða eydnu í Luxemburg. Tað er kostnaðarmikið at taka lut í hesum kappingum, og serliga Oyggjaleikirnir í ár vóru dýrir, og tí má ein langtíðarætlan gerast fyri liðini, soleiðis at stungið verður út í kortið, hvørjar kappingar ein ætlar at verða við í komandi árini, soleiðis at fígging kann fáaset til vega. U-liðini og unglingalandsliðini Vit hava leingi eftirlýst fólki til at samskipa ungdómsarbeiði, og fyrr enn hetta verður gjørt, er ikki møguligt at gera nakað serligt arbeiði, um nøktandi úrslit skal spyrjast burtur úr tí peningi sum verður nýttur, og tí er at vóna, at hetta fæst í rættlag – til gagns fyri feløgini og føroyskan flogbólt. Kvinnuunglingalandsliðið var við í kappingini um Norðurlendska meistaraheitið í Svøríki, har tær endaðu á 5. plássi. Men í mun til undanfarin ár, so eydnaðist teimum á hesum leikunum at vinna eitt sett, og rómurin var óførur. Eisini mansunglingalandsliðið var við í kappingin um Norðurlendska meistarheitið. Handa kapping var í Noreg, og endaðu eisini teir á 5. plássi. Henda kapping er annars umskipað í ár, soleiðis at aldurbólkarnir eru broyttir, tí nú verður leikt bæði í U 17 og U-19 – áður var tað bert U 18. Í framtíðini er eisini ætlanin at fara undir U-15. Kappingarnar hjá kvinnu- og mansunglingunum (U 19) verða í ár í ávikavist Danmark og Svøríki. Seinasta ár høvdu vit eisini landsliðsbólkar í U 14 hjá gentum og dreingjum, og vóru sostatt 6 landsliðsbólkar í gongd, tað mesta sum nakað sersamband undir ÍSF hevði seinasta ár. U 14 bólkarnir leiktu ímóti Íslandi, og var hetta fyriskipað í Klaksvík. Ætlanin er at byrja við U 14 ella U 15 bólkunum aftur í ár, og so møguliga fyrireika hesar til kappingina millum U 15 lið, sum møguliga verður fyriskipað sum NM-kapping. Við tí í huga, ið her er skrivað, er tað av stórum týdningi, at vit gera eina langtíðarætlan fyri ungdómin, men í hesum sambandi er neyðugt, at vit, sum nevnt, fáa fólk at taka sær av hesum, tí sum arbeiðsuppgávurnar í løtuni eru í Flogbóltssambandinum, so megna vit ikki at gera hetta arbeiði nøktandi fyri allar partar. Fjølmiðlarnir - skriving, útvarp og sjónvarp Flogbólturin hevur verið umboðaður í fjølmiðlunum eins og undanfarin ár - og tað er positivt. Sosialurin og Dimmalætting hava skrivað frá øllum umførinum í landskappingini, umframt at flogbólturin hevur fingið innvist á sportal.fo. Eisini Norðlýsið hevur við jøvnum millumbilum havt flogbóltin á skránni. Í útvarpinum hevur eisini verið framgongd, og hava vit fingið úrslitini og støðurnar í meistaradeildini við hvørja viku, umframt at sent var beinleiðis frá steypafinalunum, og í ár eisini frá seinasta landskappingardystinum hjá monnunum. Sjónvarpið sendi eisini aftur í ár beinleiðis frá steypafinalunum umframt at vit hava fingið góða rúmd í ítróttarsendingini 3-2. Tað skal ikki dyljast, at vegurin til meira upplýsing um flogbólt og samarbeiði við stuðlar við peningi, er eitt gott samarbeiði við tíðindastovnarnar. Tað er tí av stórum týdningi, at feløgini gera eitt stórt upplýsingararbeiði og senda tíðindi inn til fjølmiðlarnar, umframt at feløgini í framtíðini skipa soleiðis fyri, at myndir verða tiknar í samband við dystirnar, soleiðis at tykkara lýsarar koma fram í fjølmiðlunum. Hetta er einasta gongda leið, um meiri peningur skal fáast til vega innan flogbólt í framtíðini. Vit takka fyri samarbeiðið, vit hava havt í farna ári við tíðindastovnarnar, og vóna at vit kunnu útbyggja tað komandi árini. Heimasíðan www.fbf.fo Roynt hevur tó verið at havt ymiskar tíðindastubbar á síðuni, eins og vit hava lagt ymist út á síðuna, sum er komið frá teimum leikarum, sum leika í Danmark og Noregi - tøkk skulu teir hava fyri tað. Eisini hevur verið roynt at havt eina ajourførda støðu í øllum deildum, og í hesum sambandi hevur FBF havt fólk at taka sær av at fáa inn úrslit, soleiðis at støðurnar kunnu vera so ajour sum møguligt á heimasíðuni, í bløðunum, í sjónvarpinum og í útvarpinum. Misjavnt hevur verið, hvussu feløgini hava sent/ringt úrslit inn, og eigur hetta at vera ein uppgáva sum feløgini mugu taka í størri álvara, um hetta skal halda áfram. Vit kundu eisini hugsað okkum, at feløgini komu vit fleiri tíðindum, sum kundu verið løgd á heimasíðuna. Gallaveitsla - bestu leikararnir Í 2001 var á fyrsta sinni roynt at skipa fyri eini Galla-veitslu, har um 80 fólk luttóku, og mett var at tiltakið var somikið væleydnað, at hetta skuldi endurtakast. Seinasta ár vóru 180 fólk við til veitsluna, og í ár vóru umleið 130 við. Minkingin kemst millum annað av, at ov langt var fráliðið frá tí at kappingin endaði til veitslan var hildin. Tryggingar Ítróttasamband Føroya gjørdi í 2003 nýggja avtalu um kollektiva vanlukkutrygging fyri ítróttafólk. Hóast henda trygging ikki fevnir um allar skaðar, fatar hon um øll ítróttarfólk í Føroyum, to ikki tey, ið eru sáttmálasett og venjarar. Mælt verður til at feløgini taka tryggingarspurningin í størsta álvara, so limirnir og venjararnir í felagnum eru væl vardir. Altjóða samstarv Vit hava í undanfarna ári verið við á fleiri altjóða fundum. Í hesum sambandi kann nevnast, at vit hava verið á aðalfundi hjá altjóða sambandinum FIVB, europeiska sambandinum CEV, Norðurlanda fundi, sum nú verður nevndur NEVZA-fundur, og á tveimum fundum millum londini í C-bólkinum í Europa. Nógvir av hesum fundum verða hildnir samstundis, og tí er ikki neyðugt við nógvari ferðing. Útlendingamálið Útlendingarnir í føroyskum ítrótti hava verið nógv frammi seinastu tíðina, og flogbóltssambandið hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, og hevur verið við á fundum við avvarandi myndugleikar. Flogbóltssambandið hevur ført fram, at tað kann ikki taka undir við teimum ætlanum, sum landsins mynduleikar arbeiða við í løtuni, tá ført verður fram, at ítróttafelagið skal gjalda 60 % av lønini hjá teimum venjarum og leikarum, sum koma til feløgini. Heitt verður á øll feløgini um at gera tykkara ávirkan galdandi í hesum málinum og royna at lýsa tykkara støðu. Missa vit nógvar av hesum venjarunum, kemur hetta at verða eitt afturstig fyri fleiri feløg og føroyskan flogbólt. Endi Til seinast skulu vit takka øllum teimum, sum hava stuðlað peningaliga við lýsingum v.m., í sambandi við kappingarskipanina, steypafinaluna, gallakvøldið og í samband við steyp v.m. Vit takka tíðindastovnunum fyri samstarvið, vit takka ÍSF og ítróttarveddingini, og vit takka Føroya Landsstýri fyri landskassastuðulin. Kommununar skulu eisini hava eina tøkk, tí flogbólturin hevur eisini fingið stóran stuðul frá teimum. Eisini skulu vit takka feløgunum fyri framgongdina seinasta ár, venjarum og leiðarum og umboðsfólkum, eins og vit takka teimum sum hava hjálpt okkum við skeiðum og teimum tiltøkum, sum vit hava havt. At enda takka vit høvuðsstuðli okkara Føroya Sparikassa fyri gott samstarv í farna ári. Latið okkum gloyma tað ringa – men læra av tí, og minnast tað góða og varðveita tað. Við vón um gott komandi flogbóltsár við enn størri framgongd.
Vinarliga Flogbóltssamband Føroya Niclas Joensen formaður |
|||
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |
|||