Aðalfundurin 2004

Flogbóltssamband Føroya hevði aðalfund leygardagin kl. 10,00, har um 25 fólk vóru á fundi.

Fundurin gjørdist drúgvur, og tí var fundurin niðurlagdur kl. 15,00, og skal takast upp aftur um 14 dagar, tvs. hin 12. juni, har eitt mál verður á skránni, sum er val av nýggjum formanni, tí Niclas Joensen hevur boða frá, at hann ikki tekur við afturvali.

Á fundinum hevði Fleyr annars lagt fram uppskot um at økja talið av liðum í meistaradeildini hjá kvinnum til 7 lið komandi kappingarár, men hetta uppskotið fall við atkvøðutalinum 6-5.

Annars var fundurin positivur, og nógv fólk frá feløgunum bjóðaðu seg fram til undirnevndir hjá Flogbóltssambandinum.

Flogbóltssambandið hevði heili 6 landslið í gond seinasta ár, og mann hetta verða tað stórsta innan tey føroysku sersambondini. Landsliðini sum leiktu seinasta ár vóru A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, og U 19 og U 14 hjá gentum og dreingjum.

Næsta stóra uppgávan hjá føroyskum flogbólti verður 25 juni í ár, tá manslandsliðið skal royna seg í endaumfariðnum i C-bólkinum, sum liðið kvalifiseraði set til í Skotlandi beint undan jólum, tá liðið vann á Skotlandi, Luxemburg og Íslandi.


------------

Les eisini formansfrágreiðingina her.

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]