Gallaveitsla á Hotel Føroyum 9. apríl 2005

- Fyri allar leikarar við maka og onnur -

Tórshavn, hin 25. mars í 2005

Flogbóltssambandið fer leygarkvøldið 9. apríl at skipa fyri stórari Gallaveitslu í Havn fyri nevndum, leikarum við maka í øllum deildum (aldursmark 18 ár - ella leikt í meistaradeildini), og øðrum.

Byrjað verður kl. 19,30 á Hotel Føroyum, og heitt verður á fólk um at møta stundisliga. Ætlandi verða hurðarnar stongdar kl. 20,00.

Gallaveitslan verður nakað serligt í ár, tí tað eru nú 25 ár síðan Flogbóltssamband Føroya varð stovnað, og tí ætla vit at gera nakað serligt burturúr á veitsluni.

Sum undanfarin ár verður avdúkað, hvør er:

1) ársins føroyski álopsleikari

2) ársins føroyski blokkleikari

3) ársins føroyski verjuleikari

4) ársins føroyski hevari

5) ársins stjørnuskot

6) ársins føroyski leikari

7) ársins venjari

8) ársins útlendingur

Tað verða meistaradeildarleikararnir í ymsu feløgunum, sum skulu atkvøða um, hvørjir teir einstøku vinnararnir verða. Vinnararnir fáa steyp til ognar.

Matarskráin er sum altíð einastandandi:

  • Vælkomstdrykkur
  • Royktur laksur við asparges, salati og heimabakaðum breyði
  • Lambasteik við grønmeti og sós av soðnum
  • Íslagkøka
  • Kaffi

Tað verður ikki loyvt at hava drykkivørur við sjálvi.

Rasmus Magnussen stýrir borðhaldinum og seinna spæla Rasmus og vinmenn til dans.

Tilmelding

Veitslan verður fyri allar vaksnamannaleikarar við maka, nevndir, umboðsfólk, hallarvørar, sponsorar og onnur, sum tit meta standa flogbóltinum nær. Tí verður heitt á tykkum um at seta tykkum í samband við hesi fólk, fyri at kanna eftir, um tey vilja koma í veitslu. Endaliga talinum skulu tit boða FBF frá á: fbf@fbf.fo

 

Tilmeldingin skal vera FBF í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 3. apríl kl. 22.00, eins og peningurin fyri luttakararnar

Kr. 285,00 fyri hvønn

skal vera inngoldin á konto nr. 9181-120.042.0 í Føroya Sparikassa í seinasta lagi mánadagin 04. apríl. Vinarligst gjaldið pr. lið, og ikki sum einstaklingar - og so senda vit atgongumerkini -.

Bestu leikarar - atkvøður

Meistaradeildarfeløgini fáa tilsendar íalt 10 atkvøðuseðlar. Heitt verður á tykkum um at útfylla teir og senda teir til:

FBF

Boks 1021

FO-110 Tórshavn

soleiðis at teir eru í boksini í seinasta lagi hósdagin 31. mars. Tit kunnu eisini geva einum av nevndarlimunum hjá FBF seðlarnar. Allir seðlar eru nummureraðir.

Vinarligst yvirhaldið tíðarfreistirnar.

Gisting á Hotel Føroyum

Í sambandi við tiltakið hevur Hotel Føroyar serlig tilboð til gestirnar á gallaveitsluni.

Einkultkamar: kr. 575,00

Dupultkamar: kr. 750,00

Bílegging er á Hotel Føroyum tlf. 31 75 00

 

Eru fyrispurningar, eru tit altíð vælkomin at ringja til FBF.

Vinalig heilsan og góða veitslu

Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen Trygvi H. Poulsen Kristianna Dam

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]