|
Flogbóltssamband Føroya hevur broytt skipanina fyri FM í yngri deildum nakað. Tey 14 ára gomlu og unglingarnir spæla innleiðandi umfør og tvey tey bestu liðini spæla seg víðari til finaludag, sum verður16. apríl í Hoyvíkshøllini.
Flogbóltssambandið ger nakað serligt burtur úr júst hesum degnum. M.a. verður Taraflexgólvið lagt út og allar umstøðurnar kring tiltakið verða lyftar á hægri stig, so at hesi ungu rættiliga skulu fáa gott upplivilsi burturúr.
Mansunglingar og kvinnuunglingar leiktu innleiðandi umfør skírishósdag.
Finalan í mansunglingum stendur ímillum SÍ og Mjølnir
Finalan í kvinnuunglingum stentur ímillum SÍ og Mjølnir
Gentur 14 spældu innleiðandi umfar 2. páskadag og har gjørdist úrlsitið, at Fleyr og Mjølnir skulu hittast aftur 16. apríl at avgera hvør skal verða føroyameistari.
Dreingir 14 spæla innleiðandi umfar 9. apríl og tvey tey bestu liðini hittast so aftur stóra finaludagin 16. apríl í Hoyvíkshøllini.
Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya
|