Aðalfundur

Lýsti aðalfundurin hjá Flogbóltssambandinum er útsettur til sunnudagin 12. juni kl. 12.30 á Hotel Føroyum. Byrjað verður við døgurða.

Sama skrá.

Einki uppskot er komið inn til nevndarlim, og tí verður heitt á feløgini at koma við uppskotum, ið skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. juni.

Vinaliga

Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen

 

 

So upprann dagurin, at aðalfundur skal verða.

Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum sunnudagin 29. mai 2005 kl. 12.30.

Sum vant verður byrjað við døgurða kl. 12.30 – stundisliga.

Beint eftir døgurðan verður farið at fundast.

 

Skráin er:

1. Velja orðstýrara

2. Starvsnevndarformaðurin greiðir frá virki FBF’s í farna ári

3. Leggja fram grannskoðaðan roknskap

4. Innkomin mál

5. Velja nevndir, tiltakslimir og grannskoðara

6. Ymiskt

Mint verður á, at feløgini kunnu hava 3 umboð við á fund og 1 hevur atkvøðurætt. Fulltrú verður send í næstum.

Seinasta freist at lata inn mál til fundin og uppskot til nevndarlimir er 14 dagar fyri fundin. Tað er 15. mai.

Trygvi H. Poulsen tekur ikki við afturvali, og tí skulu feløgini hava uppskot til nýggjan nevndarlim til fundin.

Við vón um góðan fund.

Vinaliga

Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen

formaður

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]