|
Tilmelding til Mjølnir-kappingina (eldri deildir ) |
|
Leygardagin 10 des 2005 verður árliga Mjølnir kappingin hjá teimum eldru deildunum. Leikt verður í KÍ-høllini, fimleikahallum skúlans og gerst neyðugt, verða hallirnar á Fossanesi og Viðareiði nýttar. Seinasta freist at boða frá luttøku er Mánadagin 28 nov. 2005. Boðast kann frá luttøku á tlf. 223463, ella kann teldupostur verða sendur til Luttøkugjaldið er 500 kr. fyri lið í meistaradeildini, og 300 kr. fyri hini liðini. Heitt verður á øll feløgini, um at gjalda luttøkugjaldið, tá ið tit boða frá luttøku. Gjaldast skal á konto 9865-495.340.6 í Norðoya Sparikassa. T.v.s at tilmelding er gyldug, tá peningurin er goldin inn á áður nevndu konto. Steyp og heiðursmerki verða latin vinnandi liðinum. Finalurnar hjá meistaradeildunum verða leiktar 8.jan 2006, meðan kappingin hjá 1.deild og 2.deild verða avgreiddar sama dag 10.des 2005 .
Við flogbóltskvøðu, Mjølnir |
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |