Føroyska málnevndin mælir til at siga í
Álandi.
Á heimasíðu
síni sigur málnevndin soleiðis:
| Góður føroyskur málsiður er at hava
fyrisetingina í framman fyri oyggjanøvn og
oyggjalandanøvn: í Føroyum, í Hetlandi, í Orknoyggjum o.s.fr. Danskt
og onnur skandinavisk mál nýta harafturímóti fyrisetingina på í
tílíkum føri sum t.d. "på Færøerne, på Shetlandsøerne". Tá ið tað
kemur til fjarari lond, hava vit lyndi til at skifta lag, taka
fremmanda háttin og nýta á fyri í: "á Álandi, á Filipsoyggjum"
o.s.fr. Fóru vit eftir føroyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit
heldur í Álandi, í Filipsoyggjum o.s.fr. |