EM undankappingin 2008
í Føroyum fyri kvinnur


Halló tit!

Eg fari enn einaferð at heita á tykkum, um at stuðla FBF við at veita eina hjálpandi hond í EM undankappingini, sum verður í mai 2008.

Okkum tørvar nú 4 ferðaleiðarar, so please...... :-)

Her er ein stutt frágreiðing, um hvat tað inniber.

 

 

Í sambandi við at EM undankapping fyri smátjóðir verður í Føroyum í døgunum 15. til og við 19. mai 2008, er brúk fyri nógvum góðum kreftum til at stápla hetta stóra tiltak uppá beinini.

Frá FBF havi eg fingið ábyrgdina av at fáa til vega ferðaleiðarar til hvørtluttakandi liðið. Londini, sum luttaka í hesi kapping, eru Skotland, Luxembourg, Írland, Lichtenstein og Føroyar. Sostatt skulu vit brúka 5 ferðaleiðarar, harav ein úr KÍF longu hevur játtað at vera við (hon eitur Frida Sigmundsdóttir og arbeiðir í EIK).

Í stuttum kann sigast, at ferðaleiðararnir skulu verða tøkir, tá brúk er fyri teimum. Farið verður eftir spælarunum hósdagin 15. mai 2008 (allarhelst seinnapartin) á flogvøllinum, har bussar standa fyri teimum. Tey skulu síðani koyrast til Hotel Føroyar, har øll skulu gista, og har fáa tey at vita, hvussu tey skulu húsast (av ferðaleiðarunum). Sama kvøldið verður ein receptión í Mullers Pakkhúsi, fyri øllum spælarunum, venjarum, dómarum og sikkurt eisini fyri ferðaleiðarunum, sum Tórshavnar Kommuna stendur fyri.

Ferðaleiðarin skal faktiskt fylgja liðnum so at siga alt vikuskiftið, men hvussu hetta skal skipast, havi eg ikki funnið út av enn, men eg kundi ímyndað mær, at ferðaleiðarin kemur at vera í høllini, tá liðið spælir, og at tey annars kunnu ringja til sín ferðaleiðara, og at hann verður tøkur ávís tíðspunkt í vikuskiftinum á Hotel Føroyum ella aðrastaðni, meðan kappingin fer fram.

Kappingin byrjar tann 16. mai kl. 12.00 í Tórshavnar Ítróttar- og samkomuhøll (høllin á Nabb).

 

Fríggjardagin 16.05.08
Kl. 12.00                               Kl. 15.30                              Kl. 18.15
SKO-LUX                              ÍRL-LIC                                 FER-SCO

 

Leygardagn 17.05.08
Kl. 10.00                    Kl. 13.30             Kl. 16.30                       Kl. 19.30
ÍRL-FER                     LIC-LUX              SKO-ÍRL                       FER-LIC

 

Sunnudagin 18.05.08
Kl. 13.30                               Kl. 16.00                               Kl. 19.30
LUX-ÍRL                                LIC-SKO                                LUX-FER

 

Liðini skulu eisini hava møguleika at venja, og her skal ferðaleiðarin fylgja teimum til røttu høllina. Bussur verður tøkur til hetta frá Hotel Føroyum (hetta syrgir FBF fyri). Liðini avgera sjálvi nær tey venja og allar hallirnar í Tórshavn eru bílagdar til hetta høvið.

Sunnukvøldið 18.05.08 verður ein “closing ceremony”, og hvussu hetta verður skipað veit eg ikki p.t. Mánadagin fara allir luttakararnir avstað aftur, so tá skulu tey koyrast vestur við bussum.

Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa 4 ferðaleiðarar afturat, soleiðis at man bert hevur ábyrgdina av einum liði, og sum eisini vildi gjørt uppgávuna sera einfaldna.

Vit vilja vísa, at vit, sum fyriskiparar av hesi kapping, eru professionel og at vit klára at halda slíkar stórar kappingar. Tí heita vit á øll feløgini runt um í landinum, um at veita eina hjálpandi hond. Einsamøll klára vit einki, men mugu vit standa saman.

Tað hevði verið deiligt, um tit kundu veitt okkum í FBF eina hjálpandi hond og verið við til at gjørt hetta til eina ógloymandi kapping.

Tit frætta aftur um endaligu skránna, tá allir “brikkarnir” eru komnir uppá pláss.


Vinarliga vendið aftur til mín í seinasta lagi 3. mai 2008.
T-postur: rjhentze(KURLA)post.olivant.fo

 

Við flogbóltskvøðu

Flogbóltssamband Føroya

Rúna Hentze
rjhentze(KURLA)post.olivant.fo



 




[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]