|
Tíðindi frá Bárði B. Mikkelsen |
|
Halló tit har heima Leygardagin byrjaði landskappingin aftur her í Danmark. Vit vóru á vitjan hjá Danmarks-meistarunum úr Århus, SK Århus. Ikki vóru vit allir føroyingarnir við, bert Ragnar í Haraldstovu og Bárður B. Mikkelsen. Spæliloyvið hjá Steinari Eirikstoft var ikki komi í ordan. Heimasíðan hjá Holte IF skrivar : Blæst af banen SK Århus - Holte IF 3-0 (25-13, 25-16, 25-19)Vi vidste på forhånd at det var en svær kamp vi gik ind til, men at vi i den grad ville blive blokeret tilbage til fosterstadiet, havde vi nok ikke lige kalkuleret med. Ikki kan sigast annað enn at vit taptu stórt. Aftur í ár hava vit eitt nýtt og ungt lið, sum krevur sína tíð at blíva samanspælt. Kommandi dystur hjá okkum verður mikukvøldið tann 6. okt. móti DHG Odense. Hesin dysturin verður vístur á DK4, sum hevur gjørt eina avtalu við danska flogbóltssambandið um at vísa ein dyst um vikuna úr elitudeildini. Hettar var alt fyri hesaferð. Bárður Bendix Mikkelsen |
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |