So er Magnus formaður

Á framhaldandi aðalfundi leygardagin varð nevndarvalið í Flogbólts-sambandinum endaliga staðfest.

Aðalfundur var upprunaliga 29. mai, men við tað at tað tá ikki eydnaðist at
finna nakran at átaka sær formanssessin, eftir at Niclas Joensen hevði boðað
frá, at hann ikki tók við afturvali, hevur verið arbeitt við at finna nýggjan formann.

Fyri umleið 14 døgum síðani játtaði Magnus Tausen at taka við formans-postinum og varð hann endaliga valdur leygardagin. VIð tað at Magnus
sat í nevndini frammanundan, var neyðugt at finna annan nevndarlim, og játtaði Kristianna Dam úr Kollafirði at átaka sær hesa uppgávuna. Kristianna Dam hevur undarnfarin ár verið knýtt at flogbóltinum í Kollafirði.

Triðji nevndarlimurin er Trygvi H. Poulsen úr Klaksvík.

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, uttast f.v.: Kristianna Dam, nevndarlimur, Magnus Tausen, formaður, Trygvi H. Poulsen, kappingarstjóri

Á aðalfundinum leygardargin varð annars tosað nógv um at halda áfram við
ungdómsarbeiðinum, venjaraútbúgvingini og um dómaraskeið.

Roknað verður við, at tað komandi ár verða 2 ungdómslandslið, men at arbeitt
verður fram ímóti at fáa 4 ungdómslandslið í aldursbólkunum U 17 og U 19
hjá bæði kvinnum og monnum.

Eisini skal miðast ímóti av skipa fyri felagsvenjing fyri U-15
aldusbólkunum, men hetta skuldi ikki verða beinleiðis landslið, men heldur
liknandi flogbóltsskúlum, sum ávíst tal av íðkandi kunnu luttaka í.

Komandi oyggjaleikir á Hetlandi fingu eisini umrøðu, og formaðurin Magnus
Tausen greiddi frá um leikirnar. Magnus var sera keddur um, at
kostnaðarstøðið á komandi leikunum fór at gerast teir dýrastu leikirnar, sum
higartil hava verið, tí uppihaldið fór at vera so dýrt.

Landskappingin í flogbólti byrjar 16. oktober, men longu 10 oktober verður fyrsta stóra steypakappingin í Havn - FK-kappingin. Vinnararnir av hesi kapping vinna sær rætt at leika í steypafinaluni, sum verður 12. februar 2005 í Høllini á Hálsi.

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]