Føroyar - Luksemborg 0-3

Bye bye B-bólkurin... Luksemborg var ov sterkt fyri Føroyar.

Tað varð ikki á hesum sinni at Føroyar skuldu spæla seg upp í B-bólkin. Tí syrgdi Luksemborg fyri í dag, tá teir vunnu sannførandi á Føroyum. Úrslitið var 0-3 við settúrslitunum 11-25, 16-25 og 19-25.

Veruligur spenningur var heldur ongantíð í dystinum. Longu í fyrsta setti tóku luksemborgararnir seg framum 15-7 og vunnu settið 25-11.

Í øðrum setti royndu Føroyar at sprella eitt sindur og støðan var eitt skifti 10-8 til Føroyar. Men so setti Luksemborg aftur ferðina upp og teir tóku seg framum aftur 15-10 og vunnu settið 25-16.

Rúni Weihe smashar - mynd: Finnur Justinussen

Í triðja settinum var munurin ikki so stórur, men fyri tað mesta var Luksemborg kortini frammanfyri við tveimum ella trimum stigum, men við støðuna 13-15 (til Luksemborg) dragnaði aftur og Luksemborg vann settið 25-17.

Stutt sagt, so var tað tað betra liðið sum vann.

 

Sveinur Tróndarson gjørdi sær hesar metingarnar eftir dystin (gjøgnum "live-tickaran"):

"Føroyingar taptu dystin, og tað var í veruleikanum ongantið nakar ivi um, hvønn veg úrslitið fór at fara".

"Luksemburg var klárt betra liðið og vóru nógv meira avgjørdir i sínum spæli. Men trupulleikin hjá føroyingum er líka so nógv, at teir leggja tryst á seg sjálvar, eitt nú við at missa alt ov nógvar servur. Í byrjanini ivaðust teir alt ov nógv i álopinum".

"Kortini kunnu føroyingar taka tað heim aftur við sær, at teir gjørdust nummar trý eftir at hava vunnið á Skotlandi og Andorra. So, heilt tómhentir koma teir ikki heim. Men úrslitið hevur við sær, at føroyingar ikki koma i B-bólkin á hesum sinni...".

-------------------------------

Endaliga støðan í kappingini gjørdist sostatt henda:

1. Kýpros

2. Luksemborg

3. Føroyar

4. Skotland

5. Andorra

 

 

 

 

Føroyskir áskoðarar royna at egjja føroysku leikarunum.

Mynd: Finnur Justinussen

Fríggjadag 25/06:

13.30 Skotland - Føroyar 2-3 (25-20, 25-22, 17-25, 21-25, 11-15)

16.00 Andorra - Kýpros 0-3 (22-25, 22-25, 22-25)

19.30 Luksemborg - Skotland 3-2 (25-23, 24-26, 25-18, 26-28, 16-14)

 

Leygardag 26/06:

10.00 Andorra - Luksemborg 0-3 (20-25, 16-25, 22-25)

13.30 Kýpros - Føroyar 3-0 (25-8, 25-15, 25-18)

16.30 Skotland - Andorra 3-0 (25-22, 25-20, 25-22)

19.00 Luksemborg - Kýpros 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)

 

Sunndag 27/06:

10.00 Føroyar - Andorra 3-1 (25-17, 20-25, 25-20, 25-22)

13.30 Kýpros - Skotland 3-0 (25-20, 25-21, 25-19)

16.30 Føroyar - Luksemborg 0-3 (11-25 16-25 19-25)

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]