Føroyar - Andorra 3-1

Føroyar vunnu í morgun 3-1 í dystinum móti Andorra og nú er lagt upp til eina lítala finalu seinni í dag, kl. 16.30, tá Føroyar skulu spæla avgerandi dystin móti vertunum úr Luksemborg. Vinnarin av tí dystinum sleppur upp í B-bólkin saman við 1-aranum í hesi kappingini, Kýpros.

Men skulu Føroyar vinna tann dystin, so skal spælið vera nógv betri enn tað var í dystinum í morgun móti Andorra.

Tó so, byrjanin sá bara heilt góð út, tá Føroyar løgdu seg á odda 8-1 í fyrsta setti. Men áðrenn nakar vardi, so var støðan vorðin 12-12 og síðani 15-13 til Andorra. Hesa løtuna høvdu hevingarnar hjá Føroyum ligið sera illa, men tá meira skil kom á tær aftur, so fóru Føroyar frá 16-16 upp á 21-16 og vunnu settið 25-17.

Spælið hjá Føroyum í øðrum setti var sera vánaligt og serliga móttøkurnar sviku. Andorra tók av tilboðnum og legði seg framum við eini 4 stigum tíðliga í settinum. Hesin munur helt sær alt settið og Andorra vann tað 25-20.

Í triðja setti gekk javnt á og liðini fylgdust upp til støðuna 15-15. Viðhvørt sýndist tað sum um at liðini kappaðust um at gera mest feilir. Og tá Andorra eina løtu megnaði at gera uppaftur meira feilir enn Føroyar, kom føroyska liðið upp á 19-15 og helt seg frammanfyri restina av settinum og vann tað 25-20.

Eyðsýnt er, at leikararnir eru troyttir tann triðja dagin í kappingini og Føroyar skulu eisini spæla ein avgerandi dyst móti Luksemborg seinni í dag, so møguliga spara teir seg eitt sindur til tað avgerandi slagið.

Í 4. settinum konsentreraðu føroysku spælararnir seg um at gera færri feilir og á henda hátt komu teir framum 16-9. Andorra royndi av øllum alvi at halda lív í dystinum og bardi seg upp á 19-21 (til Føroyar), men nærri komu teir tó ikki. og til síðst kundi Bartal Eliasen sláa bóltin í blokkin hjá Andorra og út av vøllinum so Føroyar vunnu settið 25-22 og dystin 3-1.

Føroyar - Andorra 3-1 (25-17, 20-25, 25-20, 25-22)

So nú bíðar Luksemborg eftir Føroyum í avgerandi dystinum um hvør skal sleppa upp í B-bólkin. Og eftir úrslitunum higartil í kappingini at døma, skuldi hetta blivið ein sera spennandi dystur.

Bæði Føroyar og Luksemborg taptu 3-0 móti Kýpros, men settúrslitini hjá Luksemborg vóru tó heldur betri enn tey føroysku:

Føroyar _ -._ Kýpros 0-3 (8-25, 15-25, 18-25)

Luksemborg - Kýpros 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)

Móti Skotlandi vunnu bæði Føroyar og Luksemborg 3-2.

Og í dag vunnu sum nevnt Føroyar 3-1 móti Andorra, men í sínum dysti móti Andorra vann Luksemborg 3-0.

So nogv bendir á ein spennandi dysti móti Luksemborg kl. 16.30 í dag.

 

Síggið tann dystin "LIVE" við at vitja "live-tickaran" á www.flvb.lu .

Síggjast! kl. 16.30 :-)

Sí annars skránna fyri kappingina niðanfyri.

 

 

Fríggjadag 25/06:

13.30 Skotland - Føroyar 2-3 (25-20, 25-22, 17-25, 21-25, 11-15)

16.00 Andorra - Kýpros 0-3 (22-25, 22-25, 22-25)

19.30 Luksemborg - Skotland 3-2 (25-23, 24-26, 25-18, 26-28, 16-14)

 

Leygardag 26/06:

10.00 Andorra - Luksemborg 0-3 (20-25, 16-25, 22-25)

13.30 Kýpros - Føroyar 3-0 (25-8, 25-15, 25-18)

16.30 Skotland - Andorra 3-0 (25-22, 25-20, 25-22)

19.00 Luksemborg - Kýpros 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)

 

Sunndag 27/06:

10.00 Føroyar - Andorra 3-1 (25-17, 20-25, 25-20, 25-22)

13.30 Kýpros - Skotland 3-0 (25-20, 25-21, 25-19)

16.30 Føroyar - Luksemborg 0-3 (11-25 16-25 19-25) 

 

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]