Úttøkuvenjing fyri U-19 dreingir


Í sambandi við, at U-19 dreingir skulu til NEVZA Cup í september, verður hervið innkallað til úttøkuvenjing fyri árgang 1991 og yngri.

Eisini er ætlanin at gera eitt lið sum kann standa seg væl í kappingini, sum verður í Føroyum 2011, so tað hevði verið sera gott, um feløgini eisini kundu sent teir leikarar, sum spæla ella hava spælt við D16 í ár.

Heitt verður á feløgini um at geva leikarunum boð beinanvegin.

Feløgini verða biðin um at senda yvirlit yvir leikarar, sum møta til úttøkuvenjingarnar:

• Felag:
• Navn:
• Árgang:
• Hædd:

Teldupostadressa: suni(KURLA)midnam.fo


Tær fyrstu 4 venjingarnar verða í Gundadalshøllini í Havn:
Leygardagin 29. mai 2010 kl. 15.30 - 18.00
Sunnudagin  30. mai 2010 kl. 13.00 - 15.30
Leygardagin 5. juni 2010  kl. 12.00 - 15.00
Sunnudagin  6. juni 2010  kl. 14.00 - 16.30

Venjarar eru:

Suni Yong Petersen tlf. 503498
Jákup Fjallsbak tlf. 211007




[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]