Venjaraskeið á Giljanesi í døgunum 12 – 14 oktober.


Flogbóltsfeløgini Dráttur og SÍ skipa í samráð við flogbóltssambandið fyri venjaraskeiði á Giljanesi í døgunum 12 – 14 oktober 2007.

Tað er Sven Brix, sum arbeiðir fulla tíð hjá DVBF, ið kemur til Føroya at hava skeiðið. Hetta skeiðið er eitt kombinerað grund- og divisiónsvenjaraskeið, og er ætlað teimum venjarum, ið venja ungdóm ella eldri deildir, og antin ikki hava nakra venjaraútbúgving, ella teimum ið treingja til eina uppfrískan/framhald.

 

Skeiðið er treytað av, at meira enn 15 luttakarar eru, tó í mesta lagi 25 kunna luttaka.

 

Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 800, íroknað døgurða leygardagin.

 

Tilmeldast kann, við at ringja til Suna Hansen á telefon 213349, ella við at senda teldupost til rannvao[KURLA]post.olivant.fo 

Freistin at tekna seg er 1. oktober.

 

Vinarliga

 

SÍ og DRÁTTUR

[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]