|
Skotland - Føroyar 2-3 |
|
Føroyar vunnu í dag 3-2 á Skotlandi í einum sera spennandi dysti í EM kappingini í c-bólkinum, sum er í Luksemborg í hesum døgum. Byrjanin var ikki tann besta hjá Føroyum, og Skotland vann tey bæði fyrstu settini 25-20 og 25-22. At kalla allatíð vóru skotarnir frammanfyri við 3-5 stigum, tó at Føroyar bardu seg upp á støðuna 20-20 í øðrum setti. Men í 3. setti kom meira skil á føroyska spælið og føroysku leikararnir fóru at gera færri villur. Tó so, Føroyar vóru aftanfyri bæði 9-6, 11-9 og 13-10, men so fóru føroyingarnir í gongd og bardu seg upp á 15-15. Og víðari upp á 15-19. Og munurin bara vaks og vaks til Føroyar at enda vunnu 3. settið 17-25. Serliga vóru tað servurnar hjá Føroyum, sum vóru vánaligar at byrja við í settinum, men tá skil kom á tær miðskeiðis í settinum, blivu tær munurin millum at tapa og at vinna. Í 4. setti løgdu Føroyar seg greitt á odda tíðliga í settinum, og tann munurin varð hildin heilt upp til støðuna 18-24, tá Føroyar fingu settbólt. Men skotarnir royndu av øllum alvi at berja seg uppaftur á javnt, men munurin var kortini ov stórur og Føroyar vunnu 4. settið 21-25. Og so var 5. sett á skránni. Byrjanin var einki serlig og Skotland legði seg framum 3-0. Men so vunnu Føroyar 5 bóltar á rað so støðan gjørdist 3-5. Og hereftir gekk sera javnt á. Støðan var bæði 5-5, 7-7, 8-8 og 9-9. Men so søgdu føroysku leikararnir "hertil og ikki meira!". Føroyar tóku seg framum 9-11, 10-11, 10-12, 10-13, 10-14, 11-14. Og so var dystarbóltur til Føroyar. Og hann vunnu teir, so Føroyar vunnu settið 15-11 og dystin 3-2!
Skotland - Føroyar 2-3 (25-20, 25-22, 17-25, 21-25, 11-15) ------------- Sveinur Tróndarson hevði hetta at siga eftir dystin (gjøgnum "live-tickaran"): "Føroyar vunnu sgu...Tað hevði eg ikki mett møguligt áðrenn dystin. Men veruleikin var at teir vóru betri tá avtornaði". "Teir vóru nervøsir í teimum báðum fyrstu settunum. Rúni Weihe byrjaði á bonkinum og tað sá út til at teir høvdu nervar av tí. Jens Heri royndi, men megnaði ikki at lyfta liðið." "Rúni kom á vøllin í endanum av øðrum setti, men fekk ikki spælt. Tá hann fór út aftur, innsóu spælararnir, at teir sjálvir máttu vinna dystin, tí Rúni hevur skaðan at dragast við. Og tað gjørdu teir so...." "Bartal Eliasen var eftir mínum tykki besti maður, bæði sum spælari og innpískari. Hinvegin var sigurin ein sigur fyri liðið."
Í morgin, leygardagin, spæla Føroyar móti Kýpros kl. 13. 30. Síggið tann dystin "LIVE" við at vitja "live-tickaran" á www.flvb.lu .Sí annars skránna fyri kappingina niðanfyri.
Fríggjadag 25/06: 13.30 Skotland - Føroyar 2-3 (25-20, 25-22, 17-25, 21-25, 11-15) 16.00 Andorra - Kýpros 0-3 (22-25, 22-25, 22-25) 19.30 Luksemborg - Skotland 3-2 (25-23, 24-26, 25-18, 26-28, 16-14)
Leygardag 26/06: 10.00 Andorra - Luksemborg 0-3 (20-25, 16-25, 22-25) 13.30 Kýpros - Føroyar 3-0 (25-8, 25-15, 25-18) 16.30 Skotland - Andorra 3-0 (25-22, 25-20, 25-22) 19.00 Luksemborg - Kýpros 0-3 (20-25, 19-25, 21-25)
Sunndag 27/06: 10.00 Føroyar - Andorra 3-1 (25-17, 20-25, 25-20, 25-22) 13.30 Kýpros - Skotland 3-0 (25-20, 25-21, 25-19) 16.30 Føroyar - Luksemborg 0-3 (11-25 16-25 19-25)
|
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |