|
Kvinnurnar úr Kýpros vunnu EM fyri smátjóðir Kvinnurnar
úr Kýpros vunnu
sunnudagin finaluumfarið í EM fyri smátjóðir. Upprunaliga vóru tveir
bólkar, har annar bólkurin spældi sína undankapping í
Føroyum í mai 2008. (EM-undankapping í Føroyum 2008)
Frá tí kappingini fóru tvey lond víðari til finaluumfarið. Tey vóru Luksemborg og Liktinstein. Í finaluumfarinum um vikuskiftið gjørdist Luksemborg nr. 3 og Liktinstein nr. 4. Úr hinum EM-undankappingarbólkinum høvdu Kýpros og San Marino leikt seg í finaluumfarið. Endaliga úrslitið gjørdist, at Kýpros vann kappingina frammanfyri San Marino á øðrum plássi. Sí úrslitini frá kappingini her.
|