|
Kvinnulandsliðið til Liktinstein
Kýpros Skotland Liktenstein Fyrsti dysturin verður fríggjdagin 4. juni ímóti Kýpros, og leygardagin 5. juni verður spælt ímóti Skotlandi. Seinasti dysturin verður ímóti Liktinstein sunnudagin 6. juni. Liðið verður aftur í Føroyum mánadagin 7. Juni. Føroyar hava áður leikt ímóti øllum hesum liðunum, og tá EM-kappingin var í Føroyum í mai 2008, vann føroyska liðið 3-1 á Skotlandi (21-25, 25-19, 25-20, 25-18), men tapti 3-1 fyri Liktinstein (22-25, 25-27, 22-25). Nr. 1 og 2 í kappingini leika seg víðari í eitt endaumfarð, sum verður í Luxembourg í 2011. Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantic Airways er hjástuðul hjá liðnum.
Aftast frá vinstru: Birgit Guttesen, Mjølnir; Birita Joensen, Fleyr; Anja Sonnedóttir Danielsen, Fleyr; Karina Poulsdóttir Debes, Fleyr; Sofía Purkhús, Mjølnir; Gudrid Nolsøe, TB; Helga Guttesen, SÍ.
|