Tíðindi frá Rúna Weihe

 

Hetta vikuskiftið eydnaðist væl hja okkum. Vit fóru á "østlandet" at spæla
útidystir ímói Halden og Oslo Volley. Báðir dystirnir endaðu við 3-0 sigri
til okkum.

Venjingarnar síðstu vikuna uppundir dystirnar vóru svikaligar, so vit væntaðu ikki at vit skuldu fara at klára okkum so væl, at vit ikki fóru at tapa eitt sett.

Leikarar hava verið smáforkølaðir og onkur hevur haft influensu. Liðformaðurin var alla vikuna burturstaddur í arbeiðsørindum, og eg fekk eitt lítið strekk i lærið fríggjakvøldið. Hóast eitt sindur av pínu i lærinum útførdi eg báðar dystirnar, og til alla lukku er tað ikki talan um nakað alvorligt i lærinum.

Vit mangladu tveir profilar til dystin. Terje, sum er farin til sandflogboltin, og Harry, sum hevur sitið við skaða i tvær vikur, var heldur ikki tøkur.

Kortini so spældu vit væl, og saknurin var ikki so stórur, sum bæði venjari og leikarar høvdu væntað. Sjálvsálitið er i topp, og tað kann undirstrikast við tjúkkari linju, ti at av teimum seks settbóltunum vit høvdu í vikuskiftinum, vóru fimm avgjørdir vid serviessi, inkluderað báðir dystarboltarnir.

Komandi vikuskiftið fáa vit vitjan av Nyborg i fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Nyborg hevur ment seg nógv hetta kappingararið og teir
fara óivað at geva okkum dygga mótstødu. Vit gleða okkum til dystin og
vónandi fáa vit eina enndurtøku av tí fyrra dystinum millum okkum og Nyborg,
har vit vunnu 3-0. Steypafinalan verður annars víst beinleiðis á TV2ekstra
15. januar, og vit ætla at endurtaka gullið frá i fjør.

Við sigrunum í vikuskiftinum hava vit tikið plássið á ovastu rók, og tað er
har vit trívast best.

Webmastarin hjá okkum hevur verið eitt sindur "trekur" i seinastuni, men
har fer óivað okkurt at standa um dystirnar frá vikuskiftinum, og vannligvís
viðheftur hann onkran stubba sum bløðini hava skrivað.

Annars so hava leikararnir hvør sina síðu á heimasíðuni
www.bktromso.no
undir yvirskriftini SPILLERE. Eg havi enn ikki fingið vegleiding i hvussu
eg skal brúka hana, men ætlanin er at eg skal leggja tíðindi v.m. á mína síðu.

Hetta var alt fyri hesaferð.

Vinarliga
Runi

 

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]