U-17 og U-19 NEVZA Cup 2008
- samandráttur
---------------------------------------

(NEVZA, sum stendur fyri Northern European Volleyball Zonal Association, er tað sum áður hevur itið NM (Norðurlanda Meistaraheitið))

                                 --------
                                    U-19 
               --------


U-19 kvinnur
NEVZA-kappingin (fyrr NM) hjá U-19 kvinnum var í ár leikt á Akureyri í Íslandi í døgunum 5. - 7. september. Í 2007 framdu føroysku kvinurnar tað bragd at vinna bronsu, men so væl skuldi ikki ganga hesaferð.

Fyrsti dysturin var fríggjadain 5/9 mótí íslendsku vertunum og hann vann Ísland 3-0. Annars hava Føroyar vunnið á Íslandi seinnu árini. Uttan at taka nakað frá Íslandi, so skal kortini viðmerkjast, at føroyska liðið var komið meir ella minni beinleiðis úr flogfarinum og í høllina eftir eina strævna ferð úr Føroyum.

Men hinvegin skal eisini nevnast, at hesaferð var tað Ísland sum fór avstað við bronsuni, eftir at Ísland vann avgerandi dystin 3-2 á Noregi.

Leygardagin spældi føroyska liðið 2 dystir; móti Svøríki og Danmark, sum bæði vunnu 3-0.

Sunnudagin var leikt móti Noregi, og aftur hesaferð taptu Føroyar 3-0. Men triðja settið sá út til at vera í føroyska pottinum, tá Føroyar vóru á odda 22-18, men so gingu nervarnir brádliga fyri, og Noreg vann 26-24.


Føroysku úrslitini:
05/09-2008: Føroyar - Ísland 0-3 (22-25, 21-25, 25-25)
06/09-2008: Føroyar - Svøríki 0-3 (19-25, 07-25, 16-25)
06/09-2008: Føroyar - Danmark 0-3 (13-25, 21-25, 10-25)
07/09-2008: Føroyar - Noreg 0-3 (19-25, 18-25, 24-26)

Endaliga støðan:

Land

Dystir

Stig

1 Danmark

4

8

2 Svøríki

4

7

3 Ìsland

4

6

4 Noreg

4

5

5 Føroyar

4

4


Føroyska liðið:
Eyð G. Magnussen, Fleyr
Karina P. Debes, Fleyr
Katrin Petersen, TB
Kate Kalsø, Mjølnir
Sóley Poulsen, KÍF
Óluva Mohr, Fleyr
Brynhild Dam, Fleyr
Eina Kalsø, Mjølnir
Birgit Guttesen, SÍ
Ruth Thomassen, Dráttur


-------------------------------------------------------------------

Føroyar tóku ikki lut í U-19 kappingini fyri menn.

-------------------------------------------------------------------

               --------
                                    U-17 
               --------


U-17 landsliðini hjá gentum og dreingjum hava frá 19. til 21. september tikið lut í NEVZA kappingni, sum hevur verið í Falkøbing í Svøríki.

Føroysku genturnar vunnu ein dyst; 3-0 á Íslandi og vunnu annars eitt sett í dystinum móti Svøríki.

Dreingirnir vunnu ongan dyst. Vónir vóru at vinna á Íslandi, men hetta eydnaðist ikki. Ísland vann 3-0. Móti Danmark eydnaðist at vinna fyrsta sett, og í fjórða setti noyddust danir upp á 27, áðrenn teir vunnu settið 27-25.

Noreg var ikki við í U-17 kappingin hjá hvørki gentum ella dreingjum. Hetta er grundað á millum annað væntandi fíggjarliga orku.

----------------------
Úrslit og endastøður:
----------------------


U-17 gentur:
19/09-2008 Føroyar - Svøríki 1-3 (25-23, 20-25, 20-25, 19-25)
20/09-2008 Føroyar - Finnland 0-3 (17-25, 18-25, 17-25)
21/09-2008 Føroyar - Ísland 3-0 (25-11, 25-23, 25-13)
21/09-2008 Føroyar - Danmark 0-3 (13-25, 17-25, 21-25)

Endaliga støðan:

Land

Dystir

Stig

1 Finnland

4

8

2 Danmark

4

7

3 Svøríki

4

6

4 Føroyar

4

5

5 Ísland

4

4


-------------------------------------------------------------------

U-17 dreingir
19/09-2008 Føroyar - Finnland 0-3 (15-25, 12-25, 14-25)
20/09-2008 Føroyar - Danmark 1-3 (25-21, 17-25, 18-25, 25-27)
21/09-2008 Føroyar - Ísland 0-3 (16-25, 20-25, 23-25)
21/09-2008 Føroyar - Svøríki 0-3 (16-25, 17-25, 20-25) 

Endaliga støðan:

Land

Dystir

Stig

1 Svøríki

4

8

2 Danmark

4

7

3 Finnland

4

6

4 Ísland

4

5

5 Føroyar

4

4




-------------------------------------------------------------------

U-17 landsliðið hjá gentum:


Aftan, frá vinstru: Sofia Purkhús (Mjølnir), Anja Danielsen (Fleyr), Heidi Christiansen (SÍ), Anna Sára Johansen (Fleyr) og Brynhild Dam (Fleyr).
Framman, frá vinstru: Eyð G. Magnussen (Fleyr), Manja V. Holm (TB), Sonja Thomassen (KÍF), Eina Kalsø, (Mjølnir) og Jastrid Sivertsen (Mjølnir).

Venjarar eru Hans Mikkelsen og Rosa Jacobsen.



U-17 landsliðið hjá dreingjum:

  
Aftan, frá vinstru: Rúna (hjálparvenjari), Rói (Fleyr), Bogi (Fleyr), Jan (ÍF), Guðfinnur (Fleyr), Bjarki (Fleyr).

Framman, frá vinstru: Sonni (SÍ), Brandur (SÍ), Uni (ÍF), Gunnar (TB)

Liggjandi: Dávið (maskottur)
Vanta á myndini: Bjarni (ÍF) og Jan (venjari)

Venjarar eru Jan Hentze og Rúna Hentze.
                           
 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]