|
Aðalfundurin uppafturtikin |
|
Til umboðsfólkini Tórshavn 21. september í 2004 Aðalfundurin uppafturtikin
Fyri skjótt langari tíð síðan, varð aðalfundurin slitin. Leygardagin 25. september kl. 10.00 verður aðalfundurin settur aftur í ÍSF-húsinum. Á skránni er formansval fyri eitt 2 ára skeið (fram til apríl 2006). Magnus Tausen hevur gjørt av at stilla upp til formansvalið. Av tí at Magnus er nevndarlimur, er neyðugt, at nýggjur nevndarlimur verður valdur. Hetta skeiðið er galdandi fram til apríl 2005, tá ið báðir nevndarlimirnir standa fyri vali. Kristianna Dam úr KÍF hevur játtað at stilla upp til nevndina. Sum eykalimir eru í uppskoti Niclas Joensen og Kristian Mikkelsen. Feløgini kunnu koma við øðrum uppskotum til formansvalið og nevndarvalið á fundinum leygardagin. Hetta krevur, at tey, ið skotin verða upp, skrivliga játta, at tey eru sinnað at stilla upp. Mint verður á, at øll feløgini hava skyldu at møta á fundinum! Vinaliga Flogbóltssamband Føroya Niclas Joensen |
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |