U-17 úttøkuvenjing

 

Til øll feløg!

Tórshavn 22. august í 2006

U-17 landsliðsvenjingar hjá dreingjum og gentum

Nú endaliga úttøkan til U-19 liðini er gjørd, fara U-17 liðini undir venjing. Aldur til U-17 hava allir leikarar føddir í 1989 ella seinni. Heitt verður á feløgini at senda allar áhugaðar leikarar.

U-17 liðini skulu NM - kapping í Fallkjøping í Svøríki. Farið verður úr Føroyum hósdag 14. september, og komið verður aftur mánadag 18. september.

Venjari hjá gentunum er Elisabeth S. Rasmussen og hjá dreingjunum venja Margit Joensen og Marjun Kalsø.

Venjingarnar verða skipaðar soleiðis hetta vikuskiftið:

Gundadalshøllin:

Dreingir

Fríggjadagur 25. august kl. 20.00 – 22.00

Leygardagur 26. august kl. 12.00 – 14.00

Gentur

Leygardagur 26. august kl. 14.00 – 16.00

Sunnudagur 27. august kl. 16.00 – 18.00

Vinaliga

Flogbóltssamband Føroya

 

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]