Úttøka U-19 dreingir

Jens Heri Mortensen hevur givið avboð sum hjálparvenjari. Í hansara stað er komin Sune Juul Pedersen.

Venjingartíðirnar til vikuskiftið koma týsdagin, men næsta venjing liggur klár fyri bæði dreingir og gentur:

Bæði U-19 gentur og U-19 dreingir venja

í Gundadalshøllini mikudagin 23. august kl. 20.00 - 22.00

 

Í venjarayrkinum verður tað kallað ein marglætistrupulleiki, tá venjarin hevur nógvar javnar og góðar leikarar at velja ímillum, og henda trupulleikan fingu venjararnir eisini, tá teir skuldu velja 12 av teimum 18 leikarunum, sum skulu umboða Føroyar í NEVZA kappingini 31. august til 3 september. Eftir mikið høvuðbrýggj komu venjararnir til hesa niðurstøðu:

Teir úttiknu leikararnir eru hesir:

Holm Andersen, Heini

01.08.88

Nøvan

Johannesen, Hallur

19.01.88

Nøvan

Jacobsen, Jan

05.10.88

Nøvan

Niclasen, Hanni

12.05.87

Mjølnir

Jørgensen, Gunnar

27.04.88

Mjølnir

á Stongunum, Leif

09.11.86

Mjølnir

Danielsen, Thorvald

06.08.86

Mjølnir

Syderbø, Jón

08.09.87

Mjølnir

Ortind, Janus

10.10.87

Ole-Jacobsen, Ingi

13.02.88

Christiansen, Kim

24.01.88

Remberg, Magnus

17.08.87

Fleyr

Vit takka øllum leikarunum fyri nakrar sera góðar og gevandi venjingar seinastu vikurnar,

Venjararnir

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]