Mjølnir framvegis í meistaradeildini


Upp- og niðurflytingardystur var í kvinnudeildini í flogbólti í gjárkvøldi á Kambsdali.

Dysturin var ímillum nr. 6 í meistaradeildini Mjølnir og nr. 1. í 1. deild Fleyr.

Undan dystinum var Mjølnir greiður favorittur at vinna. Liðið er mannað við ungum leikarum, og hóast tað kann hava sína ávirkan, tá ið á stendur, so er leikferðin í meistaradeildini so mikið hægri og dystirnir nógv fleiri, so alt talaði fyri Mjølni.

Fleyr spældi eisini uppflytingardyst seinasta kappingarár, men tá vann SÍ greitt.

Dysturin millum Mjølnir og Fleyr endaði 3 - 0 (25-21, 25-23, 25-19).

Fleyr kom stak illa frá byrjan í 1. og 2. setti, men liðið megnaði tó at leggja trýst á Mjølnir. Serliga í 2. setti gekk púra javnt á. í 3. setti kom Fleyr væl frá byrjan, men so steðgaði fullkomuliga upp, og í hesum settinum sást, at leikferðin var stóri munurin. Tá ið Mjølnir setti ferð á álopsspælið, megnaði Fleyr ikki rættiliga at svara aftur, og tí misti liðið ofta fleiri stig á rað. Leikararnir hjá Mjølni vóru betur fyri, og í álopinum vóru fleiri streingir at spæla á.

So statt kann Mjølnir fyrireika seg til komandi ár í meistaradeildini.

  

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]