|
Kunning um Flogbóltsskúlan 2010
Flogbóltsskúlin byrjar klokkan 09:00 leygarmorgunin og verður hann hildin í badmintonhøllini í Tórshavn (liggur beint norðanfyri vestara skýlið við ovaravøll í Gundadali). Hildið verður á við skúlanum til kl. 17:15. Tá fáa luttakararnir eina bita, soleiðis at tiltakið endar kl. 18:00. Luttakarnir fáa somuleiðis døgurða um middagsleitið. Á Flogbóltsskúlanum verður dentur lagdur á tekniska venjing, har áherðsla verður løgd á grundleggjandi teknikk og rørslu á vøllinum. Hetta verður gjørt við nógvum ymiskum venjingum. Vónandi fáa vit ein góðan, mennandi og stuttligan dag saman við komandi flogbóltsstjørnum okkara :-) Tað verður aftur í ár Thomas Luthi, sum kemur at verða høvuðsvenjari á flogbóltsskúlanum 2010. Viðmerkjast skal, at leikarar úr TB hava høvi at verða í Fleyrhølinum (í Gundadalshøllini) eftir at flogbóltsskúlin endar, til M/F Regina Baltica fer av Havnini kl. 20:30
|