FK-kappingin 2006 - eldri deildir

Til flogbóltsfeløgini

14. og 15. okt. 2006 FK – flogbóltskappingin fyri eldri deildir – í Havn

Tilmelding til FK-eldri er í seinasta lagi leygardagin 2 okt. 2006 til umboðsmannin á teldupost adr. tumose[kurla]post.olivant.fo

Luttøkutreytir:........ Luttøkugjaldið fyri 1. & 2. deild er kr. 350,00.

....................................Luttøkugjaldið fyri meistaradeildina er kr. 500,00.

....................................Á konto í P/f Føroya Banki 6460 430.726.9

Luttøkugjøldini skulu verða goldin við tilmelding. Er luttøkugjaldið ikki móttikið innan ásettu freist, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Leggið til merkis: Øll feløg kunnu hava eitt lið við í meistaradeildunum.

Á seinastua aðalfundi hjá FBF varð samtykt, at øll feløg hava rætt til at melda til í meistaradeildunum. Á henda hátt hava øll feløg møguleikan at lieka seg í steypafinalurnar, sum verða í Ítróttarhøllini á Hálsi 17. februar 2007. Um felag velur at melda til í meistaradeildini, kann tað sambært kappingarstjóranum, Trygva Poulsen, ikki eisini leika í vanligu deildini í FK-kappingini. Havast skal tó í huga, at hetta er bert eitt tilboð, og ikki eitt krav.

Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum, umframt at døma innleiðandi umfør. Ber lið seg undan, kann nevnda lið ikki luttaka í komandi FK-kapping.

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná at tilmeldingarfreistin er úti.

 

Við flogbóltskvøðu

 

Flogbóltsfelagið Fleyr

 

  

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]