Beachvolley kapping á MjúS


Hvar aðrastaðni skuldi ein kapping í sandflogbólti verið - enn á Sandi?

MjúS bjóðar flogbóltsfólki at royna seg í beachvolley 25. juni á størstu sandstrond í Føroyum!

Kappast verður eftir vanligum beachvolley-reglum, við tveimum á
hvørjum liði. Ein kapping verður fyri menn, ein fyri kvinnur. Kupp-skipan verður nýtt, og neyðugt er at tekna seg til kappingina í seinasta lagi fríggjadagin 24. juni kl 16, á Sandoyar Kunningarstovu - ella við at senda ein teldupost til
mjus@tonlist.fo. MjúS-atgongumerki krevst fyri at vera við, tá dystirnir byrja klokkan 10.30 leygarmorgunin 25. juni.

Vinnararnir verða funnir áðrenn klokkan 17, so ongin tónleikaframførsla nýtist at fara framvið.

Vinarlig heilsan

Katrin Petersen

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]