Hey!
Bert ein lítil tíðindastubbi her úr Århus.
SK Århus - ASV Århus 3-1 (25-22, 25-12, 21-25, 25-21)
Kappingin í grundspælinum í donsku elitudeildini er nú næstan komin hálvvegis. Eftir fýra av teimum íalt tíggju dystunum áðrenn jól liggja
okur í SK Århus á einum fjórða plássi, so málsetningurin um at koma í
endaspælið (millum seks tey bestu liðini) sær út til at kunna røkkast
aftur í ár.
Teir fyrstu dystirnir hjá okkum hava verið ímóti Fortuna Odense (vunnu 3-0), ímóti Holte IF (taptu tepurt 3-2 við setturslitinum 15-13 í fimta setti) og ímóti Rosenlund Volley (høvdu ein 'off-day' og taptu 3-1).
Orsaka av at eg bæði havi verið í Lissabon og í Madrid í arbeiðs/lestrar ørindum í oktobur mánaði, so spældi eg bert ein av teimum trimum fyrstu dystunum.
Um vikuskiftið spældu okur lokaluppgerð ímóti ASV Århus, har okur vunnu ein
rímiliga tryggan 3-1 sigur. Eg bleiv skift inn í øllum teimum fýra settunum og hevði eina avgerðandi hond við í fyrsta setti, tá eg servaði frá støðuni 19-20 til 24-20.
Í steypakappingini hava okur í SK Århus spælt okkum fram til fjórðingsfinaluna, har okur skulu møta HIK Ålborg.
Annars hevur SK Århus fingið argentinskan venjara at venja bæði mans- og
kvinnu elituliðið hetta kappingarárið. Hann eru okur sera væl nøgd við -
krevur nógv av spælarunum (á ein góðan hátt)!
Bestu flogbóltsheilsanir,
Juanna Schrøter Joensen