EM-undankapping: Føroyar - Kypros, 19. mai 2006

Føroyaska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur nú leikt sín fyrsta dyst í EM-undankappingini sum er í Reykjavik.

Dysturin var ímóti Kypros og taptu Føroyar dystin 3-1.

Hetta er tó fyrstu ferð at Føroyar hava vunnið sett ímóti Kypros, sum undanfarin ár altíð hevur vunnið dystirnar 3-0.

Settini endaðu: 14-25, 18-25, 25-19, 11-25.

Ísland og Skotland leiku eisini í dag, og henda dystin vann Ísland 3-0.

Á Íslendska landsliðnum eru m.a. tveir russiskir leikarar, sum hava stóran týding fyri liðið, og er hetta sæmbært serreglur sum eru í sambandi við hesar C-EM undankappingar. Føroyska liðið hevur bert føroyskar leikara við.

Í morgin skulu Føroyar leika ímóti Íslandi kl. 17:15 føroyska tíð, og seinasti dysturin verður ímóti Skotlandi sunnudagin.

Tvey lið koma víðari í bólkinum, og tí er avgerandi hjá Føroyum at vinna dystin leygardagin.

Við á ferðini er eisini okkara altjóða dómari Jan Hentze, sum er útvaldur at døma í hesi altjóða kappingini.

 

Høvuðstuðul hjá Kvinnulandsliðnum er Føroya Sparikassi.

 

 

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]