Føroyar taptu 29-31 fyri Skotlandi
í triðja settinum og harvið dystin 0-3


Føroyar - Skotland 0-3 (19-25, 18-25, 29-31) (sí hagtøl)

Føroyar taptu eisini triðja dystin í kappigini 3-0, tó at skotar fingu rættiliga mótstøðu í triða settinum, sum teir við tógvið stríð at enda vunnu 29-31.

Í fyrsta setti fór Skotland skjótt eini 5 stig framum, og tann munurin helt sær gjøgnum alt settið, sum Skotland vann 25-19.

Annað sett minti nógv um tað fyrsta. Frá støðuni 8-7 til Skotland vaks munurin upp í 16-12 og 21-14, áðrenn settið varð vunnið 25-18.

Í triðja setti var Skotland frammanfyri við umleið trimum stigum mest sum alt settið, men Føroyska liðið vildi tó ikki leggja seg uttan svørðslag, men fall tó at enda tá Skotland vann seg upp á 31-29.

Nevnast skal, at hetta var annar dysturin hjá skotum í dag, sum í morgun tapti 3-0 fyri Kypros.

Í morgin, leygardagin kl. 15:00, spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini. Tann dysturin verður móti Írlandi, sum eins og Føroyar hevur tapt allar dystirnar í kappingini.

Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantic Airways er hjástuðul hjá liðnum.

Aftast frá vinstru: Jón Joensen, SÍ - Arthur Djurhuus
Poulsen, TB - Suni Juul Petersen, Fleyr - Thorvald Danilesen,
Mjølnir - Filip Gram, SÍ.

Fremst frá vinstru: Bjarni Larsen, ÍF - Jóhan Petur á
Stongum, SÍ - Ólavur Jensen, SÍ - Rói Hentze, Fleyr -
Bjarki Enni, Fleyr.

Á myndini vanta Bartal Eliasen, Randers, og Ingi Jørleif
Ole-Jacobsen, SÍ.


 



[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]