Einki at gera móti Luksemborg

Luksemborg - Føroyar 3-0 (25-19, 25-12, 25-21)

Tað var ikki av ongum at Luksemborg vann kappingina við fullum stigatali, tí Luksemborg var besta liðið í kappingini. Hetta máttu eisini føroysku kvinnurnar ásanna eftir dystin í dag.

Fyrsta sett
Eftir at liðini høvdu fylgst til 6-6, dróg Luksemborg frá og legði seg á odda 9-6 og 9-7, og vann eisini teir næstu 6 bóltarnar, so støðan gjørdist 15-7.

Longu her sá settið út til at vera avgjørt, men tað hevði føroyska liðið kortini ongar ætlanir um.

Spakuliga minkaðu Føroyar um munin, og við tveimum høggum frá Karini Mikkelsen komu Føroyar upp á 15-17, og næsta bóltin vunnu Føroyar eisini, so munurin minkaði niður í bara eitt stig, 17-16 til Luksemborg.

Men so setti Luksemborg aftur propp í og vann næstu 5 bóltarnar. Føroyar minkaðu aftur til 22-17 og síðani 22-18 við einum servuessi frá Ruth Thomassen, men munurin var ov stórur at vinna aftur, og Luksemborg vann at enda 25-19.


Annað sett
Eftir at Føroyar høvdu minkað um munin til 3-5, vann Luksemborg teir næstu 9 bóltarnar og legði seg á odda 14-6.

Við støðuna 15-8 hevði Luksemborg enn eina seriu og fór uppá 20-8, árðenn tær vunnu settið 25-12!


Triðja sett
Í triðja setti vóru longu seriurnar aftur avgerandi. Eftir at Føroyar minkaðu um munin til 5-4 til Luksemborg, vann Luksemborg fyrst fýra, síðani tríggjar bóltar á rað og løgdu seg á odda 12-5.

Hesin munur var ov stórur at heinta aftur, og so við og við nærkaðist Luksemborg teimum 25 stigunum. Soleiðis gjørdust støðurnar 14-9, 17-12, og 20-13.

Føroyar royndu at gera ein seinasta vørr og minkaðu um munin til 20-16 og 22-19, men minni enn 3 stig gjørdist munurin tó aldrin, og at enda vann Luksemborg settið 25-21 og dystin 3-0 og gjørdist samstundis nr. 1 í kappingini við fullum stigatali.

Føroyar duttu niður á fjórða plássið. Hetta millum annað tí at Skotland fyrr í dag nakað óvæntað vann 3-1 á Liktinstein. Liktinstein gjørdist tó nr. 2, og fer saman við Luksemborg víðari til finalu-umfarið. Føroyar, Skotland og Liktinstein fingu øll 6 stig, men Liktinstein hevði besta sett-munin. Írland tapti allar sínar dystir og endaði á aftasta plássinum.

Dystarskrá:

Fríggjadagur 16. mai 2008:

12,00 Skotland – Luksemborg

15,30 Írland – Liktinstein

18,15 Føroyar – Skotland


Leygardagur 17. mai 2008:

10,00 Írland – Føroyar

13,30 Liktinstein – Luksemborg

16,30 Skotland – Írland

19,30 Føroyar – Liktinsten


Sunnudagur 18. mai 2008:

13,30 Luksemborg – Írland

16,00 Liktinstein – Skotland

19,30 Luksemborg - Føroyar


 

 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]