Eik og Atlantic Airways
eru hollir stuðlar!


Flogbóltssamband Føroya og høvuðsstuðul okkara Eik og hjástuðul okkara Atlantic Airways undirskrivaðu nýggjar avtalur í dag á Hotel Føroyum. Drúgva og góða samstarvið okkara millum heldur á.

Mynd:Hilmar Jan Hansen/Einslistir.fo

Flogbóltssambandið og Eik hava hava havt sponsoravtalu seinastu 11 árini. Fyri okkum í Flogbóltssambandinum var tað stórt stig, tá ið vit í 1999 aftur fóru undir at kanna møguleikan fyri at fáa ein høvðusstøðul. Føroya Sparikassi var okkara fyrsta mið, tí fyritøkan hevði verið ein av hollu stuðlunum hjá okkum fyrr. Restin er søga, sum sagt verður…

Hesa tíðina er nógv hent bæði í fíggjarheiminum og í ítróttaheiminum. Bæði við- og mótgongd. Eftir stendur tó, at partarnir framvegis síggja stórar møguleikar í samstarvinum og vilja halda á. Júst hetta støðufesti leggja vit stóran dent á.

Atlantic Airways og Flogbóltssambandið skrivaðu undir fyrstu avtaluna í 2007. Fyri okkum var tað ógvuliga sjálvsagt, at júst Atlantic Airways skuldi vera hjástuðul, tí nógv virksemi hjá okkum er uttanlands, og tí liggja sjálvsagdir møguleikar í tøttum samstarvi millum okkum og júst Atlantic Airways.

Avtalan við Eik og Atlantic Airways tryggjar, at vit kunnu halda á við NEVZA-kappingunum fyri  U-17 og U-19 lið, og at vit kunnu leggja ætlanir um víðkað virksemi bæði fyri ungdómsliðini og A-landsliðini. Tað er júst grundarlagið fyri hesum, avtalurnar við okkum og Atlantic Airways og Eik nú tryggja.

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir.fo

Vit eru ógvuliga fegin um, at tvær av fremstu fyritøkunum í Føroyum gera av framhaldandi at stuðla okkara virksemi, hóast tíðirnar eru fíggjarliga truplar. Tað er júst í tíðum sum hesum, at hollur stuðul munar mest, og tað takka vit fyri.

Úrslitunum skulu vit syrgja fyri!



 





[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]