NEWZA Cup 2005 - Dagur 2

U19-genturnar vunnu á Englandi

Tad var eitt tendrað landslið sum fór til dyst móti Englandi i dag. Hóast tað enska landsliðið, í einum tøttum dysti, vann á Noreg í gjár, mettu vit møguleikan fyri sigri vera til staðar, treytað av at vit leiktu upp til okkara allar besta.

Og genturnar tóku av. Tær ensku fingu ikki eitt bein fyri seg í fyrsta settinum. Víð góðum servum og sløgum frá øllum plássum, vóru vit væl og virðiliga omaná og vunnu settið so greitt sum 25-08!!!!!!

Flogbóltur skiftir sum vindurin blæsur, sigst, men í dag vildu okkara tað ødrvísi.

Hóast tær ensku fótaðu sær væl og virðiliga í ødrum setti, hildu okkara trýstið, spældu okkara spæl og hóast eisini aftan fyri við upp til trimum stigum, varð onki tekin um mótfall.

Heilt upp til 18-18 var settið knívskarpt, men fingu vit tá yvirtakið og vunnu 25-20. Og 2-0 til okkara.

Enska liðið byrjar betur í triðja setti, men sleppa ikki heilt frá okkum. Longu við 9-9 er javnleikur og aftur vid 14-14, men so er ballið buðið. í eini perlurøð av servum, servar Elsa Nielsen settið heim 25-14.

3-0; fyrsti sigur í einum NEVZA-cup. Sum nevnt, vann England á Noregi, so nú er javnt í botninum.

Í morgin spælir føroyska lidid móti júst Noregi. Vinna vit eitt sett er triðja pláss og bronzan okkara.

Livst so spyrst!

Jákup á Stongum

[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ]