|
NEWZA Cup 2005 |
|
Nordurlandameistarakapping fyri U19-landslið. Føroyar luttaka vid tveimum U19 landslidum, kvinnum og monnum, í NEVZA-Cup í Sand uttanfyri Stavanger í Noregi Luttakandi londini eru Noreg, Svøríkid, Danmark, Føroyar og England. Kvinnurnar leiktu sín fyrsta dyst móti Svøríki kl.11 fríggjamorgunin og taptu dystin 0-3. Settúrslit: 16-25, 19-25 og 25-27. Sensatiónin lúrdi tá okkara i triðja settinum settu Svøriki undir trýst, og var hepnið við, vann liðið annan av settbóltunum. Svøríki verður saman við Danmark mett at vera sterkasa liðið í kappingini. Seinni um kvøldið stód Danmark fyri skotum, og hóast heldur laka byrjan, eydnaðist tað enn eina ferð at vinna sett frá Danmark. Taptu 1-3, settúrslit 16-25, 19-25, 25-22 og 19-25. Leygardagin spæla kvinnurnar móti Englandi og sunnudagin móti vertunum úr Noregi. U19 landsliðið hevur enn ongantid vunnið dyst í Nordurlanda-meistarakappingini. Besta úrslitið fekk liðið í 2-3 tapi móti Noregi í fjør! U19 dreingirnir leiktu eisini móti Svøríki fríggjadagin og taptu 0-3. Settúrslit 16-25, 13-25 og 19-25. Leygardagin spæla teir tveir dystir; ímóti Englandi og Noregi Jákup á Stongum |
|
[ onnur tíðindi ] [ til forsíðuna ] |