|
Taptu
fyri Andorra í kvøld
Føroyar -
Andorra 0-3 (21-25, 13-25, 17-25) (sí hagtøl)
Føroyar taptu
eisini dystin í kvøld við trimum settum móti ongum fyri vertunum
úr Andorra.
Fyrsta settið vann
Andorra 25-21. Eftir at Føroyar høvdu bart seg upp á 15-16, eftir at
hava verið aftanfyri 3-8, dróg Andorra frá aftur og vann 25-21.
Í
ørðum setti førdu Føroyar 8-7 áðrenn kinkur kom í spælið, og
Andorra legði seg framum 16-10 og vann
settið 25-13.
Triðja sett var meinlíkt tí undanfarna, tó at
føroyingar hildu á heldur longri hesaferð. Føroyar førdu bæði 8-7 og
16-14, men síðani vunnu Føroyar bert ein bólt aftrat og taptu
sostatt settið 17-25.
Hesi brádligu motorstopp kundu kanska bent á
møði, eftirsum hetta var annar dysturin hjá Føroyum í dag. Andorra
hevði ikki leikt nakran annan dyst.
Í morgin, fríggjadagin kl.
16:30, spæla Føroyar móti Skotlandi, sum í dag vann 3-0 á Írlandi. Í
morgin eru skotar í somu støðu sum Føroyar vóru í í dag, tí
Skotland skal eisini spæla móti Kypros kl. 10 í morgin árini. Fylgjast kann við
dystinum via livescore gjøgnum leinkið
á forsíðuni.
Eik
Banki er høvuðsstuðul og Atlantic Airways
er hjástuðul hjá liðnum.
Aftast
frá vinstru:
Jón Joensen, SÍ - Arthur Djurhuus Poulsen, TB - Suni Juul
Petersen, Fleyr - Thorvald Danilesen, Mjølnir - Filip Gram,
SÍ.
Fremst frá
vinstru: Bjarni Larsen, ÍF - Jóhan Petur
á Stongum, SÍ - Ólavur Jensen, SÍ - Rói Hentze, Fleyr - Bjarki Enni,
Fleyr.
Á myndini vanta Bartal Eliasen, Randers, og Ingi
Jørleif Ole-Jacobsen, SÍ.
[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna
]
|