|
Taptu fyri Kypros í morgun Føroyar -
Kypros 0-3 (20-25, 15-25, 19-25) (sí hagtøl) Føroyar taptu fyrsta setttið 25-20, og annað settið 25-19. Í triðja settinum vóru Føroyar frammanfyri alt settið fram til 14-13, men tá fóru Kypriotar framum og vunnu eisini hetta settið 25-19. Í kvøld kl. 19,00 skal
føroyska liðið aftur í eldin, og tá verður tað ímóti vertslandinum
Andorra. Eik Banki er høvuðsstuðul og Atlantic Airways er hjástuðul hjá liðnum.
Poulsen, TB - Suni Juul Petersen, Fleyr - Thorvald Danilesen, Mjølnir - Filip Gram, SÍ. Fremst frá vinstru: Bjarni Larsen, ÍF - Jóhan Petur á Stongum, SÍ - Ólavur Jensen, SÍ - Rói Hentze, Fleyr - Bjarki Enni, Fleyr. Á myndini vanta Bartal Eliasen, Randers, og Ingi Jørleif Ole-Jacobsen, SÍ.
|