Føroyar vunnu greitt á Írlandi
Írland - Føroyar 1-3 (21-25, 12-25, 30-28,
11-25)
Hóast Írland vann eitt spennandi og langt
triðja sett 30-28, so var føroyski sigurin ongantíð í
vanda.
Fyrsta sett
Írland fylgdi so dánt við í byrjanini av settinum,
men Føroyar vunnu seg so líðandi avgerandi framum og løgdu seg á odda
14-9. Írland bardi seg tó uppaftur á 18-19, men grundað á góðar servur
frá Helen á Lakjuni Jaconsen, øktu Føroyar aftur munin til
23-18, áðrenn settið varð vunnið 25-21.
Annað
sett
Hóast Føroyar gjørdu tríggjar servufeilir
tíðliga í settinum, so servaðu Helga Guttesen og Helen á Lakjuni
Jacobsen tó væl, og eftir lítlari løtu høvdu Føroyar lagt seg framum
13-6.
Hesin munur bara vaks og vaks, og gjørdist 20-10,
áðrenn Birita Joensen settið punktum fyri settið, við at vinna
settbóltin til 25-12!
Triðja
sett
Í
triðja setti tóku tær føroysku sær av løttum fyrstu løtuna, og áðrenn
nakar vardi, hevði Írland lagt seg frammum 4-0.
Føroyar tóku
time-out fyri at venda gongdini, men lítið hjálpti, tí Írland legði seg á
odda 7-0!
Men so servaði Sólvá Dimon aftur nakrar góðar servur, og
Føroyar minkaðu um minin til 7-4.
Men tær Írsku treiskaðust,
og striltið gekk hjá Føroym at fáa Írland aftur, sum helt sær millum
3 og 5 stig frammanfyri.
Men so við og við minkaði munurin
niður í 2 og eitt stig, og eftir eitt servuumfar hjá Karini Mikkselsen
javnaðu Føroyar til 18-18 og løgdu seg siðani framum 19-18.
Men
Írland stríddist víðari og javnaði aftur til 22-22, tá Føroyar tóku
time-out.
Føroyar vunnu næstu tveir bóltarnar og fingu matchbólt,
men írland gav seg ikki og vann seg upp á 25-24 og fekk settbólt. Soleiðis
sskiftust liðini um at hava annaðhvørt sett- ella matchbólt, og eftir eina
marathon-duell legði Írland seg framum 29-28, áðrenn tær vunnu settið
30-28!
Fjórða sett
Hóast tað kom eitt sindur dátt við hjá Føroyum at
skula spæla 4 ístaðin fyri 3 sett, tí Føroyar spæla spæla enn ein
dyst í dag, - móti Liktinstein kl. 19:30 - so bilti hetta helst ikki
so nógv, tá til stykkis kom, tí lítil dugur var í Írlandi í hesum
settinum.
Við eitt gjørdist støðan 9-2 til Føroyar, eftir at Helen
á Lakjuni Jacobsen servaði frá støðuni 3-2. Og ikki gekk long tíð, so
høvdu Føroyar matchbólt, sum Birgit Guttesen smashaði í gólvið til
25-11!
Kl. 19:30 i kvøld spæla Føoyar móti Liktinstein, sum eisini
spælir tveir dystir í dag, tí kl. 13:30 spæla tær móti
Luksemborg.
Í 2004 taptu Føroyar 3-2 fyri Liktinstein. (25-27,
21-25, 25-22, 25-19, 11-15).
Dystarskrá:
Fríggjadagur 16. mai
2008:
12,00 Skotland – Luksemborg
15,30 Írland – Liktinstein
18,15 Føroyar – Skotland
Leygardagur 17. mai 2008:
10,00 Írland – Føroyar
13,30 Liktinstein – Luksemborg
16,30 Skotland – Írland
19,30 Føroyar – Liktinsten
Sunnudagur 18. mai 2008:
13,30 Luksemborg – Írland
16,00 Liktinstein – Skotland
19,30 Luksemborg - Føroyar