EM-Undankapping í flogbólti
- Jákup á stongum -

Føroyar-Írland 3-1

Settúrslit: 25-21, 25-12, 28-30 og 25-11


Føroyska liðið vann eisini sín næsta dyst í kappingini. Írland er mett sum veikasta liðið. Men tær tóku triðja settið frá einum dvalandi
føroyskum hópi.

Bæði liðini løgdu bragliða út frá byrjan. Liðini vóru mælsk og lívlig. Skótt vóru vit tó omaná. Helen á Lakjuni varð væl við frá byrjan og virkar sum hon er við at finna stevið saman við Anniku. Við einum dundursmashi av diagonalinum slær Helga bóltin í gólvið til 13-09.

Birgit tóktist ikki so væl við á miðjuni í dag, kanska nakað tíðliga á morgni hjá unga superflognum. Vantandi kemur hon flúgvandi inn í dystin í kvøld móti Liktenstein. Sólva Dimon lammeterar bóltin í gólvið 14-13- Birita inn fyri Birgit. Nú kemur kinkur í spælið eina løtu. Hesa løtuna er gólspælið berandi og Annika góð sum kvik til næsta bólt. Írland nærkast 17-16, ikki longur, vit draga frá og vinna settið 25-21.

Í øðrum setti, seta vit turbo á frá byrjan, Karin sum altí álitið. Í móttøku Margit til Anniku og í góðum samspæli kann Helen ótarnað sláa í gólvið til 13-6.  Vit draga sannførandi frá og Niclas gevur øllum leikarunum møguleikan. Anna Maria inn fyri Sólvu. Síðan Ruth inn fyri Karin 19-09, og Kate inn fyri Anniku og settið okkara fyri 25-12.

Sum vanligt er triðja óstøðugt hjá vinnandi liðnum. Afturút við 0-8 boðar ikki frá góðum. Við tógvið stríð náa uppá javnleik 18-18.
Liðini fylgjast knivskarpt eitt stig í part heilt upp til 28-29. Tá tekur Írland settið í sínum øðrum settbóltið. 28-30.

Fjórða settið verður nú ein avgreiðsluspurningur 8-2, 12-8 so 20-06 . Birgit inn í sluttspurtinum og setur punktum við sinum einasta og besta slagið higartil í dag.

Við sigrinum í dag leggur føroyska liðið trýst í oddin. Við einum sigri á Liktenstein taka við silvurplássið. Tá skullu aðrir bollar á suppuna,
so nú ræður um at traðka til hjá leikarum og ikki minnið áskoðarum at lyfta liðið til sigurs. Í kvøld kl. 19.30 Føroyar –Liktenstein í høllini á
Nabb.




Dystarskrá:

Fríggjadagur 16. mai 2008:

12,00 Skotland – Luksemborg

15,30 Írland – Liktinstein

18,15 Føroyar – Skotland


Leygardagur 17. mai 2008:

10,00 Írland – Føroyar

13,30 Liktinstein – Luksemborg

16,30 Skotland – Írland

19,30 Føroyar – Liktinstein


Sunnudagur 18. mai 2008:

13,30 Luksemborg – Írland

16,00 Liktinstein – Skotland

19,30 Luksemborg - Føroyar


 

 


[
tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]