Ov stuttar móti Liktinstein
Føroyar - Liktinstein 0-3 (22-25, 25-27,
22-25)
Føroyar høvdu Liktinstein á
krókinum, men júst tá skrykkjast skuldi í, tá glapp. Í avgerandi
løtum vóru tær føroysku heldur fjálturstungnar, og
hetta kostaði at enda ein sigur, sum als ikki tóktiskt
ómøguligur.
Fyrsta sett
Føroyar komu væl frá byrjan, og Helga Guttesen vann
okkum fyrstu tveir bóltarnar, og skjótt førdu Føroyar
6-3.
Liktinstein bardi seg tó skjótt upp á 7-7.
Síðani gekk
javnt á, har Føroyar stundum vóru 2 frammanfyri, og stundum var javnt.
Men eftir at Føroyar løgdu seg á odda 13-11, kom stígur í eina
løtu, og Liktinstein vann tríggjar bóltar á rað og fór fyri fyrstu ferð
framum; 14-13. Hesa løtuna hevði haltað við føroysku móttøkunum eina løtu;
kanska eisini tí Liktinstein hevði servað væl.
Men tær føroysku
bitu tenninar saman og løgdu seg framum aftur 17-14, og tá Helen á
Lakjuni Jacobsen smashaði til 20-17, sá væl út.
Men
Liktinstein vann teir fyrstu 4 bóltarnar eftir time-outið, og førdi nú
21-20. Og eftir at Annika á Stongum lumpisliga hevði minkað um minun til
22-23 eftir enn eitt time-out, vann Liktinstein næstu tveir
bóltarnar, og harvið settið 25-22!
Annað
sett
Trupult tóktist vera at fáa veruligt glið á føroyska
álopsspælið í øðrum setti, og Liktinstein megnaði at fáa ov nógvar bóltar
upp úr gólvinum sum áttu at verið vunnir.
Liktinstein legði seg so
líðandi framum 6-3, 8-4 og 9-5.
Men føroyska liðið át spakuliga
burturav liktinsteinsku leiðsluni og javnaði síðani til
13-13.
Síðani gekk sera javnt tað sum eftir var av setinum: 14-14,
17-17, 20-20, 22-22, 23-23.
Við eini hálvari
te-skeið meira av ísi í maganum høvdu Føroyar ivaleyst vunnið settið,
men í avgerandi løtum sveik sjálvsálitið.
Føroyar høvdu tó
settbólt viðstøðuna 24-23, men Esther Biedermann javnaði til
24-24 við einum dundursmashi. Føroyar fingu enn ein settbólt, men enn
einaferð var Biedermann teimum føroysku ein herskin biti, tá hon vann
bóltin til 25-25.
Matchbóltin, ein serva frá
Liktinstein, metti føroyska liðið at fara út og lat hann fara, men hann var
kortini innanfyri, og Liktinstein vann settið 27-25!
Triðja
sett
Birgit Guttesen kom inn frá byrjan av triðja setti og
hon vann báðar teir fyrstu bóltarnar og leðgi Føroyar 2-0 framum.
Men Liktinstein javnaði til 4-4 og fór framun 8-4. Serliga
Julia Fehr var trupul at fáa bilbugt við.
Hesa løtuna
fekk Liktinstein alt uppaftur av gólvinum.
Men hóst Liktinstein fór upp á 10-6, 13-10, 14-11, 16-13 og 19-16,
so góvu Føroyar tó aldrin skarvin yvir og javnaðu ístaðin til 20-20. Nógvar av
føroysku bóltunum hevði Sólvá Dimon og Karin Mikkelsen vunnið.
Men
í avgerandi løtunum sviku føroysku servurnar, og eftir at støðan hevði
verið bæði 21-21 og 22-22, lobbaði Juila Fehr fyri 17. ferð til
støðuna 24-22 til Liktinstein og matchbólt. Og hann lobbaði Julia
fyri 18. ferð í føroyska gólvið til 25-22 sigur til Liktinstein í triðja
settinum.
Sunnudagin kl. 19:30 spæla Føroyar
móti Luksemborg, sum fyrr um dagin eisini skal spæla móti Írlandi.
Í 2004 taptu Føroyar 3-2 fyri Luksemborg (24-26, 25-23, 27-25,
24-26, 11-15).
Dystarskrá:
Fríggjadagur 16. mai
2008:
12,00 Skotland – Luksemborg
15,30 Írland – Liktinstein
18,15 Føroyar – Skotland
Leygardagur 17. mai 2008:
10,00 Írland – Føroyar
13,30 Liktinstein – Luksemborg
16,30 Skotland – Írland
19,30 Føroyar – Liktinsten
Sunnudagur 18. mai 2008:
13,30 Luksemborg – Írland
16,00 Liktinstein – Skotland
19,30 Luksemborg - Føroyar