C-EM-undankapping ķ Fųroyum

- Jįkup į Stongum -

Fųroyar - Liktinstein 3-1

Settśrslit: 22-25, 25-27 og 23-25


Okkara raktu ikki dagin. Ķ einum tųttum dysti, er ikki rįš til feilir. Ķ avgeršandi lųtum vóru royndirnar ov lķtlar.

Vit komu tó vęl frį byrjan og lógu omanį viš tveimum til 16-14, tį ųktist til trż stig į muni. Hesa lųtuna spęldu vit vęl og viršiliga upp til Liktinstein, vęl varš sligiš frį bįšum lišunum, okkara miša viš Sólgerš og Helen var betur viš enn teirra og gav taš okkum lķtlan fyrimun. 20-17 Okkara blokkur var vęl viš, men her hevši Liktinstein munin 20-20. Nś sį vitjandi lišiš mųguleikan og undir įgangandi įlopsspęli, bognašu okkara enn einaferš ķ endaspurtinum 22-25

Nęsta settiš kom Liktinstein betur frį byrjan og lógu omanį viš tveimum. Viš tógvi strķš hįla vit okkum upp į javnt 13-13 so dragnar aftur viš tveimum 14-16. Enn einaferš upp į javnt og enntį frammanfyri viš einum 18-17. Men hendan lųtan er kostnašarmikil ķ servufeilum. Samanlagt fżra mestsum į raš, taš er baks omanį baks ķ mótbrekku. Ķ įlopspartinum fekk Karin taš mesta. Kanska ķ meira lagi. Viš konsekvent tveimum hįvaksnum ķ mótblokki, var trupult at slįa vinnaraslųg. Tķ varš mangur bóltur drśgvur og taš krevur megi. Nakaš varš enn heva į mišju, men ķ dag var lķtiš at sķggja til vinnaraslųg frį diagonalinum. Sólvį slóg vęl tį iš hon fekk mųguleikan, hennara mótblokkur var til at tosa viš?

Enn einaferš missa vit steviš tį Liktinstein stramma ķ. Frį javnleiki 20-20 fylgjast lišini viš einum stigi upp til endabrest. Vit fįa tveir settbóltar, eru frammafyri bęši 24-23 og 25-24, men tapa settiš 25-27.

Vit eru skjótt afturśt viš 4-8 ķ trišja setti. Tykist sum okkara hava giviš skarvin yvir og frįstųšan ųkist. Tį svartast sęr śt, tekur įskošarafjųdin um endan, og viš góšum stušli megnar lišiš enn einaferš at skapa spenning um śrslitiš. Taš skerst tó ikki burtur at fjįltur varš į, og vit ķ lųtum stóšu illa į vųllinum, viš feilum sum śrslitiš . Ikki so nógvum, men nokk til at eisini at tapa trišja sett 22-25. Forrestin! Annika stóš vęl ķ blokkinum, ikki sųrt undarligt at sķggja Liktinstein avgera dystin viš tveimum lobbum yvir okkara minsta leikara.

Kanska krevja vit ķ meira lagi frį okkara ungu leikarum. Liktinstein er eitt sera vęlleikandi flogbóltsliš ķ munandi betur dystarvenjing. Feilir eru rįrari hending. Sama ger seg galdandi fyri Luxemborg, okkara mótstųšuliš sunnukvųldiš kl. 19.30. Nakaš betur kunnu vit gera taš og Luxemborgski sigurin į Liktinstein varš ikki taš sannfųrandi. Livst so spyrst!


Dystarskrį:

Frķggjadagur 16. mai 2008:

12,00 Skotland – Luksemborg

15,30 Ķrland – Liktinstein

18,15 Fųroyar – Skotland


Leygardagur 17. mai 2008:

10,00 Ķrland – Fųroyar

13,30 Liktinstein – Luksemborg

16,30 Skotland – Ķrland

19,30 Fųroyar – Liktinsten


Sunnudagur 18. mai 2008:

13,30 Luksemborg – Ķrland

16,00 Liktinstein – Skotland

19,30 Luksemborg - Fųroyar


 

 


[
tķšindasavniš ] [ til forsķšuna ]