Dráttur í steypafinaluni

Kvinnurnar hjá Drátti hava í kvøld tryggjað sær sæti í steypafinaluni, eftir at hava vunnið 3-0 á Fleyr í semifinaluni, sum varð spæld í ítróttahøllini á Eíði í kvøld. Settúrslitini vóru 25-22, 25-22, 26-24.

Í finaluni, sum verður 20. februar í høllini á Hálsi í Havn, møtast Dráttur og SÍ.


Hjá monnunum stendur slagið millum Mjølnir og SÍ.


------------------------------------------------------------------
------------------------------------------------------------------


              Semifinala á Eiði
   mikudagin 20. januar kl. 19.00

Semifinalan í steypakappingini hjá kvinnum millum Drátt og Fleyr verður leikt í høllini á Eiði mikudagin 20. januar 2010 kl. 19.00 (liðini hava møguleika at koma á vøllin kl. 18.00). 


Vinnarin leikar finalu móti SÍ í høllini á Hálsi í Havn 20. februar 2010.







[ tíðindasavnið ] [ til forsíðuna ]