|
Fjórðingsfinala: Danmark - Føroyar 1-3 (15-25, 27-25, 21-25, 15-25)
Føroysku U-17 genturnar framdu í dag tað bragd at vinna á Danmark í fjórðingsfinaluni og hava sostatt leikt seg í semifinaluna í kappingini um norðurlandameistaraheitið. Tann dysturin verður móti Svøríki.
Í fjórðingsfinaluni móti Danmark komu Føroyar sera væl frá byrjan og vunnu fyrsta settið 25-15.
Men tær donsku góvu tó ikki skarvin yvir, men komu sterkt aftur í ørðum setti og vunnu eftir tógvið stríð 27-25.
Í triðja setti leikaði aftur javnt á, men Føroyar høvdu munin og vunnu 25-21.
Í fjórða settinum vístu tær føroysku hvar skápið skuldi standa og vunnu 25-15!
Men ikki verður nógv hvíld hjá teimum føroysku U-17 gentunum, tí longu klokkan 17 skulu tær í eldin aftur, tá semifinalan móti Svøríki er á skráni.
Og hetta verður ein sera møtimikil uppgáva, tí Svøríki er saman við Finnlandi millun avgjørdu favorittarnar at vinna kappingina. Men í bólkaspælinum spældu Føroyar móti nettupp Svøríki, og hóast Føroyar taptu 3-0, so megnaðu tær at ganga Svøríki ein skarpan gang; serliga í ørðum setti, sum Svøríki vann 25-23, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 17-15.
Tær finsku genturnar hava tó tann fyrimunin, at sum vinnarar av bólkaspælinum, so komu tær beinleiðis víðari til semifinaluna og hava tí ikki leikt dyst fyrr í dag og hava tískil meira veiggj efir í orku-depotinum
Vinnarin av semifinalun spælir finalu sunnudagin. Taparin skal spæla um triðja og fjórða plássið móti taparanum av hinari semifinaluni, sum er millum Finnland og Ísland.
|