Føroyar vunnu á Skotlandi
(Sí myndir frá
dystinum her)
Føroyar - Skotland 3-1 (21-25, 25-19, 25-20,
25-18)
Føroyska kvinnulandslið fekk eina fína
byrjan uppá EM-undan-kappingina, tá tær vunnu ein rímiliga lættan sigur á
Skotlandi. Fyri tveimum árum síðan taptu Føroyar
3-0 fyri Skotlandi, tó at settini vóru sera jøvn: 24-26, 24-26,
20-25.
Fyrsta sett
Fyrri
helmingur av fyrsta setti var sera javnur, og sjáldan var meira enn
eitt stig á muni. Soleiðis gjørdust støðurnar t.d. 7-7, 10-10 og
11-11.
Men so ruku Føroyar uppá 16-13 og 18-14, og alt
líktiskt einum føroyskum sigri í fyrsta settinum.
Men
eftir at Helga Guttesen hevði langað bóltin í gólvið til 20-17 til
Føroyar, tók Skotland time-out, og brádliga vendist alt á høvdið.
Við góðum servum frá Anne Morrish vann Skotland teir næstu 7
bóltarnar og legði seg á odda 24-20, áðrenn Skotland vann settið
25-21.
Afturat Morrish var tað serliga Lynne Beattie sum hevði
gjørt um seg á skotska liðnum og hevði vunnið Skotlandi nógv stig
við góðum smashum.
Annað
sett
Men tær føroysku fullu kortini ikki í fátt av, at
fyrsta settið glapp teimum av hondum.
Aftur gekk javnt á frá byrjan
í øðrum setti, og støðurnar gjørdust 6-6, 8-8 og 9-9. Hesa løtuna hevði
Skotland gjørt einar 5 servufeilir.
Men so hildu tær føroysku
aftur avstað og fóru framum 15-10. Hóast Skotland vann nakað av tí mista
innaftur, so gjørdist munurin ongantíð minni enn 2 stig, og Karin
Mikkelsen hamraði bóltin í gólvið til 25-19.
Triðja
sett
Í triðja setti vóru tað tær skotsku sum løgdu seg á
odda tíðliga í settinum og vunnu seg upp á 3-1, 4-2, 6-4 og 7-5 áðrenn
Føroyar javnaðu til 7-7.
Men síðani orkaði Skotland ikki at fylgja
við meira, og Føroyar løgdu seg á odda 12-10, 14-12 og 17-13, áðrenn
Annika á Stongum servaði til støðuna 20-15. Tað næsta Skotland kom,
var 21-18 og 23-20, men Føroyar vunnu settið
25-20.
Fjórða sett
Skotland hevði
spælt ein strævnan 5-settara móti Luksemborg á miðdegi, sum Luksemborg
vann, og í 5. setti móti Føroyum sá út til, at orkan var farin at
ganga undan hjá
skotunum.
Føroyar løgdu seg á odda 5-1 alt fyri eitt, og Skotland tók time-out
umgangandi. Men hetta hálpti lítið, og Føroyar vunnu seg upp á 9-3. Hesa
løtuna gjørdi Skotland hópin av feilum, sum ivaleyst kom av møði.
Skotland minkaði nakað um munin og bardi seg upp á 7-10, men her
gjørdist einki, og Føroyar tóku seg fram á 16-8 og 20-11.
Annika á Stongum servaði matchbóltin, sum Sólvá
Dimon bangaði í gólvið til 25-15!
Í morgin, leygardagin, spæla
Føroyar tveir dystir. Móti Írlandi kl. 10 á morgni, og so móti Liktinstein
kl. 19:30. Írland tapti seinnapartin í dag 3-0 fyri Liktinstein.
Dystarskrá:
Fríggjadagur 16. mai
2008:
12,00 Skotland – Luksemborg
15,30 Írland – Liktinstein
18,15 Føroyar – Skotland
Leygardagur 17. mai 2008:
10,00 Írland – Føroyar
13,30 Liktinstein – Luksemborg
16,30 Skotland – Írland
19,30 Føroyar – Liktinsten
Sunnudagur 18. mai 2008:
13,30 Luksemborg – Írland
16,00 Liktinstein – Skotland
19,30 Luksemborg - Føroyar